Føroya Banki hevur nú fingið tveir varastjórar. Bankin sigur í tíðindaskrivi, at tað er fyri at styrkja leiðsluna í samtakinum, men stjórnin í samtakinum heldur tó óbroytt fram við Turið F. Arge sum forstjóra.
Sostatt Brian rakstrarstjóri, og Arnhold Olsen fíggjarstjóri, verða nú varastjórar í Føroya Banka. Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum ,Trygd, frá 2018 til 2023. Hann hevur verið ein partur av samtaksleiðsluni síðani 2019.
Arnhold Olsen hevur arbeitt í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis ein partur av samtaksleiðsluni.
Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni í samtakinum.