Ongi úrslit

Formansskifti í valstýrinum á Strondum

Sjóvar kommuna
7 tímar síðan

Petur Jákupsson, sum í mong ár hevur verið í valstýrinum fyri Stranda valstað, hevur valt at leggja frá sær.

Petur var í 1993 valdur til eykalim í valstýrinum, og í 2001 kom hann inn sum fastur limur. Tá Richard Johansen valdi at siga formanssessin frá sær í 2005, tók Petur við sum formaður. Fyrsta valið sum formaður var fólkatingsvalið 8. februar 2005.

Sum vanligt er, bjóðaði kommunustýrið valstýri og umsiting til morgunmat á valdegnum, og hesaferð var Petur boðin við. Eyðstein Heinesen, sum nú hevur tikið við sum valstýrisformaður, handaði Peturi ein gávu frá kommununi, við tøkk fyri trúgva tænastu. Eftirsum Petur ikki longur er formaður, fekk hann ta stóru æru at tryggja, at valkassin var tómur tá valhølið lat upp. 

Úrslit av løgtingsvalinum 2026 sæst her: https://kvf.fo/lv26

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

ABC fara til samráðingar í morgin

Í gjár kl. 11:05