Ongi úrslit

Forkvinnan leggur frá sær av persónligum orsøkum

Ruth Thomsen, mitt fyri í fremra raði, leggur frá sær, og Ása Olsen, undirl iðini á henni, tekur við
Áki Bertholdsen
18. sepember kl. 07:38

Ruth Thomsen, sum varð vald til forkvinnu í MEGD á aðalfundinum í vár, hevur gjørt av at leggja frá sær sum forkvinna, og tað er av persónligum orsøkum.

Tað boðar Megd frá á Facebook í morgun

Tá ið hon tók við sum forkvinna, var tað við teirri fortreyt, at hon skuldi halda fram at røkja starvið sum forkvinna í Blindafelagnum.

Men eftir nakrar mánaðir í MEGD má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis.

Hetta merkir, at nýtt forfólk í MEGD verður valt á komandi aðalfundi.

Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til næsta aðalfund, sum verður fyrst í komandi ári.

Ása Olsen hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í seks ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini.

Við royndum og útbúgving hennara er MEGD í tryggum hondum, sigur MEGD.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53