Foreldur við børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ein fíggjarligan lætta í jólamánaðinum.
Býráðið í Havn sigur, at avgerð er tikin um at strika dagstovnagjaldið fyri desembur.
– Fíggjarliga hevur tað gingið væl hjá kommununi í ár, og vit hava avgjørt at geva barnafamiljum ein ágóða av hesum, sigur borgarstjórin. – Tí verður dagstovnagjaldið hjá foreldrum, sum hava børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla ella frítíðarskúla, strikað í desembur.
Sostatt spara smábarna-foreldur í Havn tilsamans 4,2 milliónir, tí hetta er tað, ansingargjøldini eru um mánaðin.