Forfólkarundan í Danmark aftan á fólkatingsvalið hevur júst verið, og alt bendir á, at Metta Frederiksen fær størst undirtøku fyri at verða ‘kongelig undersøger’ og verður sostatt fyrsta forfólkið, ið fer til kong at greiða frá, hvussu ið hon sær fyri sær eina komandi danska samgongu og stjórn.
Nógv bendir samstundis á, at tað verður torført hjá teim 12 forfólkunum at finna fram til eina samgongu yvirhøvir. Undanfarna stjórn var ein miðstjórn, SMV, sett saman av Socialdemokraterne, Moderaterne og Venstre. Tað hevur ikki verið vanligt við donskum miðstjórnum, og hendan samansetingin kostaði eisini teim trimum flokkum bæði atkvøður og mandatir á valinum.
Orðstýrarin, Martin Krasnik frá Weekendavisen hevði eina avbjóðandi uppgávu at spyrja um og kanna ymiskar samgongumøguleikar. Tað var týðuligt, at tað hevði verið ein harður valdystur, og at forfólkini kanska høvdu brúk fyri at sova eina nátt aftrat. Gamalt agg var eisini at hóma ímillum serliga tey fórfólkini, ið hava verið leingi í politikki.
Miseydnast tað Mettu at skipa stjórn, verður uttan iva hugt eftir Lars Løkke Rasmussen, sum við sínum 14 mandatum situr í eini lyklastøðu, eisini í samband við sonderingina, ið Metta nú ger. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at Løkke ikki er partur av eini komandi samgongu. Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti skeyt tó eina borgarliga stjórn upp, har ið hvørki hann ella Løkke vóru ráðharrar.
Tað eru ørandi nógvir, matematiskir, møguleikar fyri at skipa samgongu við í minsta lagi 88 mandatum og 12 flokkum við íalt 175 mandatum. Men tað eru heilt munandi nógv færri politiskir møguleikar. Sæð verður tá burtur frá norðuratlantisku mandatunum, har ið Inuit Ataqatiqiit (IA) vann ta eina mandatið og Naleraq hitt í Grønlandi. IA hoyrir til reyða blokkin, meðan Naleraq sigur seg vera orange av liti og fer einans eftir so nógvum úrslitum fyri Grønland sum gjørligt.
Tølini fyri mandatini, ið kunnu innganga í samgongu síggjast niðanfyri. Í hesum førinum eru tey sett einføld upp í mun til vanligu reyðu og bláu blokkarnar. Blokksamgongurnar hava verið tær mest vanligu, antin við meiriluta í sjálvari samgonguni ella eini minnilutasamgongu við stuðulsflokkum.
Niels Juel Arge, Tórshavn
Viðmerkjari