Ongi úrslit

Fólkafundur um Suðuroyartunnilin

Hvussu verja vit tey serstøku náttúrúøkini í Sandoynni, tá ið vit gera Suðuroyartunnilin? Hví er neyðugt at stríðast fyri at verja planturíkidømi, vøtn, fugl, lendi og veltur í Sandoynni?

Tíðindaskriv
20 tímar síðan

Um stutta tíð skal løgtingið taka støðu til størstu verkætlan í Føroya søgu. Mikið rok og drúgt kjak hevur verið um málið, tí atlitini eru mong, tá ið talan er um eina so stóra verkætlan.

Men hvar eru atlitini til náttúruna?

Hetta umrøða vit á fólkafundi í Finsen í Havn týskvøldið 11. novembur kl 19.00.

Føroysku náttúrufelagsskapirnir bjóða í felag til fólkafund við  framløgum, áhugaverdum sjónarmiðum hjá viðkomandi serfrøðingum og kjak millum politisku flokkarnar. Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan linjuføringin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna.

Skrá:

- Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon so serstøk?

- Framløgur um linjuføringar til Suðuroyartunnilin – Teitur Samuelsen og Jón Sigurdsson.

- Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru? – Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk. 

- Framløga av hoyringssvari hjá Umhvørvisstovuni – Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni 


- Hvat sigur serfrøðin?

Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur
Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy
Jóhann Mortensen, miðlafólk
Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin
Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur, Tunnilsbólkurin
Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk

- Hvat meina politikararnir? 
Jacob Vestergaard (A)
Helgi Abrahamsen (B)
Eyðgunn Samuelsen (C)
Annika Olsen (E)
Karlot Hergeirsson (F)

Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Tiltakið verður stroymt

Øll eru vælkomin

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Føroya Fuglafrøðifelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag og Veltan

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44