Fólkafundurin á Bornholm 2025 er farin aftur um bak.
Fólkafundurin er eitt afturvendandi tiltak har politikarar, flokkar, fyritøkur, felagskapir o.s.f.r, hittast til samrøður, kjak og onnur áhugaverd og upplýsandi tiltøk. Umleið 1000 tiltøk eru um dagin, teir tríggjar dagarnar Fólkafundurin er á Bornholm.
Millum luttakararnir vóru Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin og Heini í Skorini lektari á Fróðskaparsetri Føroya. Kristina Háfoss, forseti í Norðurlandaráðnum, var eisini til staðar.
Ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum og Grønlandi er í løtuni eitt heitt evni í Danmark, og tað sást aftur í skránni á ársins fólkafundi.
Fólkatingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin luttók m.a í poddvarpi hjá DR og Altinget, í samrøðu við DR-journalistin Anna Ingrisch saman við grønlendska starvsfelagnum Aaju Chemnitz og í tiltaki hjá Open Doors um trúarfrælsi.
Heini í Skorini luttók m.a í tiltøkum um Ríkisfelagsskapin og stórveldini, talufrælsi og Ríkisfelagsskapin í einum geopolitiskum heimi, saman við Sjúrði Skaale og Aaju Chemnitz.
Hetta var fjúrtandu ferð, at Fólkafundurin á Bornholm var hildin, og veðrið var av tí fagrasta allar dagarnar.
Myndir: Javnaðarflokkurin á fólkatingi
Mynd: Heini í Skorini