Ongi úrslit

Fólkaflokkurin vil hava lættar til smærri vinnurekandi

Birgir Nielsen, valevni fyri Fólkaflokkin
10 tímar síðan

Fólkaflokkurin vil hava lættar til smærri vinnurekandi

Fólkaflokkurin er ein vinnuflokkur, sum vil hava tryggar og góðar karmar til alla vinnuna í Føroyum.

Føroyska vinnan, bæði stór virkir, meðalstór virkir og tey smærri vinnurekandi, hava ein ómetaliga stóran týdning fyri føroyska búskapin og ikki minst tann stóra vøkstur, sum hevur verið skaptur síðstu mongu árini. Tí vilja vit halda á við at stuðla vinnuni við skilagóðum framtíðarkarmum.

Vit í Fólkaflokkinum siga kortanei til at hækka partafelagsskattin, sum m.a. Javnaðarflokkurin nú hevur sum uppskot.

At hækka skattir hjá vinnuni er ikki rætti vegurin og er eitt vánaligt signal at senda til tey vinnurekandi.

Heldur eigur vinnan framyvir at verða eggjað til at gera fleiri íløgur, sum koma at geva vøkstur og arbeiðspláss í samfelagnum. Á tann hátt kemur í framtíðini meira partafelagsskattur av einum øktum avlopi frá vinnuni.

Teir vinstravendu flokkarnir í Føroyum hava tíverri altíð víst, at tá ið teir koma til valdið, verða munandi byrðar lagdar á føroysku vinnuna. Vit hava sæð tað við øktum avgjøldum á føroysku fiskivinnuna, øktum tøkugjøldum á alivinnuna og eisini mong gjøld, ið vórðu áløgd øðrum vinnum – eisini teimum smærri vinnurekandi.

Um vit í Fólkaflokkinum koma til valdið, vilja vit fyrst og fremst hava ein skatta- og avgjaldssteðg. Síðan eiga vit at fara í holt við at fáa minkað um avgjøldini, sum hava verið løgd á vinnuna.

Smærri vinnurekandi skulu hava tað lættari og tryggari

Nøkur av uppskotunum hjá Fólkaflokkinum um, hvussu vit lætta um hjá smærri vinnurekandi:

Smærri vinnufyritøkur skulu hava færri fíggjarligar byrðar, so at vøksturin ikki verður avmarkaður.

Kringvarpsgjaldið eigur at avtakast til smærri vinnufyritøkur.

Sjálvstøðug vinnurekandi skulu við sjúku verða betur og tryggari stillað við eitt nú barsils- og dagpengaskipanum.

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið.

Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið

Valdið til fólkið

– Vel Fólkaflokkin 26. mars

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

21 tímar síðan

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46