Nú er úrslitið av løgtingsvalinum greitt. Og tað vísti, at Fólkaflokkurn varð tann stóri vinnarin, tí tey fingu 9 tinglimir, ella tríggjar fleiri enn nú. Fólkaflokkurin fekk 26,7% av atkvøðunum og tað er ein framgongd upp á 7,8%
Stóri taparin er Javnaðarflokkurin, sum fekk 18,9% av atkvøðunum, ella eina afturgongd upp á 7,7%. Tað kostar teimum tríggjar. tinglimir, og hava nú seks.
Sambandsflokkurin fekk 21,5% av atkvøðunum, ella eina framgongd upp á 1,5%, og fær 7 tinglimir, sum er tað sama sum nú.
Tjóðveldi heldur stand og fær 17,4% av atkvøðunum og varðveitir sínar seks tinglimir. Framsókn fekk 6,6% og fekk tveir tinglimir. Tað er ein lítil afturgongd, men tað var nokk til at missa ein tinglim.
Miðflokkurin fær 5,3% og tað er ein afturgongd upp á 1,3%, men hann varðveitir sínar báðar tinglimir.
Og at enda fekk Sjálvstýrið 3,6% av atkvøðunum og tað er nokk til at hann aftur fær ein tinglim.
Sostatt er tað aftur ein veruleiki, at tað aftur nú eru sjey flokkar á Løgtingi. Og tað er eisini greitt, at tað skulu minst tríggir flokkar til fyri at skipa eina meiriluta-samgongu.