Ongi úrslit

Fólkaflokkurin er  fyri  einum Tjóðleikhúsi í Havn - men ikki á Bursatanga

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen
Í gjár kl. 14:15

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð stendur við samtyktina í Tórshavnar Býráð frá 2024, at Tjóðleikhúsið ikki skal verða staðsett á Bursatanga á Eystaru bryggju í Havn.

Hóast borgarstjórin Elsa Berg yvirfyrí KVF hevur sagt, at arbeitt verður við at staðseta Tjóleikhúsið á Bursatanga, so koma umboðini fyri Fólkaflokkin ikki at stuðla hesum.

Eystara bryggja og Bursatangi er til vinnuligt havnavirksemið, og vilja vit ikki á nakran hátt broyta hetta.

Vit taka undir við einum nýggjum Tjóðleikhúsi í Havn, men ein onnur og betri staðseting skal finnast, sum ikki ger seg inn á vinnuliga virksemið á Eystaru bryggju.

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17