Fólk við skerdum førleika meira skerd!

Opið bræv til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Almanna-og mentamálum.

Hjalti Skaalum    
18. februar 2025 kl. 17:57

Løgtingið hevur avgreitt ætlaninar hjá landsstýrinum við eini lógarbroyting, sum “strikar” fíggjarliga stuðulin til avlamisbilar.

Við hesi lógarbroyting hevur Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, framt eitt illa umhugsað afturstig fyri tey veiku og rørslutarnaðu í samfelagnum, sum hvønn dag stríðast fyri at fáa teirra sosiala lív at geva meining. 

Hendan fundamentala lógarbroyting hevur eisini ta sera óhepnu avleiðing, at fyritíðarpensjónistar, sum bera brek, og fólk við skerdum førleika, sum hava brúk fyri einum “avlamisbili”, nú hava mist eina sera týdningarmikla “sosiala lívlínu”.

--------------------------------------------------------------------

“Bilurin er mín lívlína”. Soleiðis er heitið á eini grein í tíðarritinum hjá MEGD í okt. 2024, har ein kvinna, sum hevur viðføtt likamsbrek, ger vart við, at fyri hana er bilurin munurin millum eitt sjálvstøðugt lív og eina tilveru sum fyritíðarpen-sjónistur. Eisini verður gjørt vart við, at politiska avgerðin um at strika fíggjarliga stuðulin til avlamisbilar er eitt dømi um afturstig í lóggávu, sum ger sterk fólk veik, og avbyrgir fólk við skerdum førleika.

Hví hendan lógarbroyting er komin í lag hongur ikki saman við orðingina í sama tíðarriti, har landsstýriskvinnan í eini grein, undir heitinum “Brekumboðið fer at flyta samfelagið fram á leið”, málber seg soleiðis:

”Brekumboðið skal hava sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðuligari í almenna rúminum, og verður hoyrd í øllum lutum, ið ávirka umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek.

------------------------------------------------------------------

Sambært omanfyri standandi, so er ikki samsvar millum tað landsstýriskvinnan sigur, og tað hon ger, tí hon sigur um lógarbroytingina, at fyri tey, sum hava tørv 

á einum bili, sum krevur nakað eyka, er skipanin púra óbroytt, men í sama “anda-drátti” sigur hon, at fólk við skerdum førleikum fáa “ikki” stuðul til persónbil.

Líkamikið hvussu hendan lógarbroyting verður tulkað, so er veruleikin tann, at nøkur fólk við skerdum førleika hava mist ein sera týdningarmiklan part av tí per-sónliga frælsinum, sum tey høvdu áðrenn lógarbroytingina. Tá kundu tey sjálvi se-ta seg í teirra egna avlamisbil og koyra til teir “aktivitetir”, tær venjingar, kanning-ar, umframt at gera tey ørindi, sum eru neyðug í teirra dagliga rørðslutarnaða lívi.

------------------------------------------------------------

At Almannaverki hevur “ført pennin”, tá hendan lógarbroyting skuldi “formuler-ast”, skal eg ikki siga, men tá Almanna- og mentamálaráðið, í einum broti, ger vart við, at “lógarteknisku ásetingarnar hava verið viðgjørdar “saman” við Almanna-verkinum”, so er tað týðiligt, at Almanna– og mentamálaráðið hevur tikið tað til eftirtektar, sum Almannaverkið ger vart við, tí – í niðanfyri standandi broti úr lógarbroytingini er niðurstøða hjá Almannaverkinum soljóðandi: 

” Tað verða færri, sum fara at søkja um stuðul til bil.

Talan er um umsitingarliga sera tunga málsviðgerð, tí upplýsingar frá ymiskum mynduleikum og læknaváttanir skulu fáast til vega, tilboð frá bilasølum skulu fáast til vega, bilar skulu roynast o.s.fr..”

Sambært hesum broti úr lógarbroytingini, so fær ein tað fatan, um eg skilji boð-skapin rætt, at Almannaverkið ikki longur vil brúka orku uppá fólk við skerdum førleika, sum bert hava brúk fyri einum avlamisbili.

Tey, sum eru “kvalifiserað” til ein “umbygdan kassabili”, verða stuðlað, sambært nýggju lógini – ikki tey, sum bert hava brúk fyri einum avlamisbili.

-----------------------------------------------------------

At “tað vera færri, sum fara at søkja um stuðul til bil” eftir nýggju lógini er ikki so løgið, tí líkamikið hvussu víkir og vendir, so hava fyritíðarpensjónistar ikki ráð at keypa ein nýggjan persónbil, tá tann gamli er útslitin. Tað bøtir heldur ikki um fíggjarligu orkuna hjá fyritíðarpensjónistum, at kostnaðarstøðið í samfelagnum er hækkað nógv tey seinnu árini.

---------------------------------------------------------------------------

Áðrenn hesa lógarbroyting høvdu fólk við skerdum førleika møguleika at fíggja ein avlamisbil yvir eitt áramál – vanliga 8-10 ár ella longri.

Tá var bilurin ein trygg sosial lívlína og hjálpartól fyri mong rørslutarnað.

Nú, lógin er broytt, verður sagt, at persónbilurin í dag er at meta sum ein vanligur brúkslutur. – Tað kann væl vera, men hendan lógarbroyting er samstundis eitt álvarsligt afturstig fyri tey, sum hava tørv á avlamisbili. Hjá teimum er bilurin eitt neyðugt “flutningstól” og ein lívlína, sum tey ikki kunnu vera fyri uttan.

----------------------------------------------------------

Mín spurningur til Sirið Stenberg landsstýriskvinnu er:

Hví skuldi vælvirkandi skipanin við avlamisbili broytast – hvat var endamálið?

Hví fremja hesa lógarbroyting, sum í veruleikanum er eitt týðuligt afturstig fyri fólk við skerdum førleika, sum veruliga hava brúk fyri einum “avlamisbili”?

Sagt verður, at tað er fyri at “landið” skal spara 1 mill. kr. um árið? – Er tað rætt?

Hevur tilverugrundarlagið hjá rørslutarnaðum, sum hava brúk fyri avlamisbili, so lítið virði, at tað við einum “pennastrokið” bara kann “ignorerast” og strikast?

Kann landsstýriskvinnan í almannamálum greina hesar spurningar?”

-----------------------------------------------------------

Samanlagda úrslitið av hesi lógarbroyting verður ikki ein sparing fyri samfelagið, og endamálið við henni verður heldur ikki rokkið, tá øll tey menniskju, sum hend-an lógarbroyting rakar, hava mist møguleikan at flyta seg sjálvi og tí mugu stuðlast uppá aðrar mátar við “transporti” til venjingar, heilsuhjálp, menning og trivna, um-framt onnur sosial tiltøk, um nøkur meining skal vera í sosialari stuðulsveiting til fólk við skerdum førleika – ein tænasta, sum ikki er ókeypis. 

Í sanginum “Nú dagurin at enda er”, syngja vit so vakurt í einum ørindi:

“Tey veiku styrk / tey sjúku lek / gerð sorgarbundin glað”.

Her hevur lóggávuvaldið, við eini lógarbroyting, gjørt tað øvugta.


Vinarliga / Hjalti Skaalum                                                                   17-2-2025