- At vera tónlistakvinna -
“Tónleikaumhvørvið verður ofta lýst sum eitt skapandi og opið arbeiðsrúm, men samstundis tørvar tí grundleggjandi formellar strukturar. Tað finst eingin felags faklig skipan, fakfelag ella samtykt lønarætlan, sum tryggjar javnar og rættvísar arbeiðstreytir fyri tónleikarar og aðrar yrkisbólkar í vinnuni (Bennett, 2018). Kanningar vísa eisini, at kvinnuligir tónleikarar uppliva munandi fleiri avmarkingar í sínum yrkislívi enn menn (Mahler et al., 2025).
Tað er breið semja millum kvinnur í danska tónleikaumhvørvinum um, at teirra yrkismøguleikar eru avmarkaðir av fordómum og víðgongdum mismuni grundað á kyn (Baltzarsen et al., 2022). Hetta setir spurningar við, hvussu líknandi strukturar gera seg galdandi í smærri tónleikaumhvørvum – eitt nú í Føroyum.”
Soleiðis ljóðar inngangurin til Master verkætlannina “YRKISTÓNLEIKARAR Í FØROYUM - Hvussu tónlistakvinnur uppliva tónleikaumhvørvið í Føroyum” sum lesandi á Setrinum í Søgu- og Samfelagsdeildini, hava latið inn í 2026, við Eriku Hayfield sum vegleiðara.
Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum og verður grundstøðið í sofaprátinum, sum Tónleikasamband Føroyar fyriskipar í Perluni, tann 4.mars í samband við Femifagnað vikuna og FMA 2026, sum verður 6.mars í Norðurlandahúsinum.
Í sofuni fara tónlistakvinnurnar Jenný Augustudóttir Kragesteen (FRUM), Guðrið Hansdóttir, Lena Anderssen og Anna Sofía Skoradal (Gówa), at hugleiða um sínar royndir, sum tónlistakvinnur í Føroyum og altjóða.
Umframt tær tónlistakvinnur, fara tær báðar lesandi, Bára Brynleifsdóttir og Bjørk Rúnadóttir, at luttaka í prátinum, sum tekur støðið í teirra kanningararbeiði til master ritgerðina.
Afturat teimum, verður ein stutt videosamrøða víst, sum er gjørd við forfólkið hjá Koda, Loui Törnqvist.
Barbara Holm er orðstýrari og Guðrið Hansdóttir framførir eftir sofaprátið.
Tiltakið er alment, ókeypis og er eitt av tveimum tiltøkum, sum Tónleikasamband Føroyar samskipar uppundan FMA 2026, sum verður 6.mars kl.20.00 í Norðurlandahúsinum.