Í Føroyum eru nógv ymisk og fjølbroytt átøk, serstakliga í tónleikinum. Alt árið á tamb. Allar sjangrur er væl umboðaðar, og sleppa framat og hava ein pall at standa á. Hetta er at fegnast um, og soleiðis kunnu øll fáa gleði av júst tí tónleiki, tey eru áhugaði í.
Ársins átak hevur latið dyrnar upp og bjóðar øllum inn, ókeypis ella fyri ein bíligan penga at hoyra alt frá tí vælumtókta, tí serstaka, til tað nýggjasta nýggja. Hvørja viku, fleiri ferðir um vikuna, alt árið runt. Eitt regluligt virksemi, við útlendskum og føroyskum bólkum, størri og smærri konsertupplivingar.