Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Tað hevur verið friðarligt frá okkara síðu viðvíkjandi okkara besta kvinnuliðið, men nú kunnu vit endiliga kunngerða fyrsta styrkin til komandi kappingarár.
Talan er um 16 ára gomlu Nitu á Lakjuni, sum skiftir til Víking frá ÍF. Nita er ein ungur og evnaríkur leikari, sum vanliga røkir framrættaðu plássini. Nita hevur umboðað Føroyar á bæði U16 og U17 landsliðnum, og var m.a. við til EM endaspælið, sum var í Føroyum fyrr í ár.
Vit ynskja Nitu vælkomnari og gleðast um, at hon hevur valt Víking.
Arbeiðið við at finna venjara er í gongd, og vónandi verður tað uppá pláss skjótast gjørligt.