B71 skrivar soleiðis í dag:
Tað gongur sjón fyri søgn at B71 ætlar sær at spæla í bestu deildini komandi ár!
Nógv tilgongd hevur verið úr Danmark og nýggjasta tilgongdin er so 19 ára gamli vinstri bakkurin Mads Svane, ið skiftir Esbjerg út við Sandoynna komandi ár.
Leingi hava vit verið sperdir á júst vinstrabakkinum, hóast nógvir góðir menn hava vikarera har millum ár og dag, so hesin offensivi vinstrabeinti unglingin kemur til eitt pláss, ið tað ikki frammanundan hevur verið rift um. Av tí sama so munnu vónirnar eisini vera høgar.
Sum skilst, so hevur Mads longu fingið sín debut á besta liðnum hjá Esbjerg í fjør, hóast ungan aldur, so tað boðar frá góðum.
Vit eru í øllum førum ógvuliga spent her suðuri og gleða okkum til kappingarbyrjan komandi ár!
Hjartaliga til lukku við sáttmálanum og blíðan byr!, skrivar B71.