Higartil eru 250 flóttafólk úr Ukraina komin til Føroya. Nógv av teimum búgva á bústøðum, nevniliga kømrum og íbúðum, sum annars verða brúkt til at leiga út til ferðafólk.
Og nú summarið nærkast, eru fleiri av teimum uppsøgd, tí bústaðirnir skulu aftur skulu brúkast til ferðafólk.
Onnur eru uppsøgd tí at bústaðurin skal seljast, ella brúkast til annað endamál, og onnur eru uppsøgd tí at tey ikki hava ráð at rinda húsaleiguna.
Mett verður mett, at sostatt eru tað útvið 50 ukrainar, bæði støk og familjur, sum antin verða húsvill, ella eru í vanda fyri at tað, frá ið dag, 1. mai.
Sostatt eru fleiri av teimum í vanda fyri at enda úti á berajólum. Men fyri at forða fyri tí, hevur Ruth Vang nú lagt uppskot fyri Løgingið um at játta 2,2 milliónir krónur til at úvega teimum tak yvir høvdið aftur.
Men samstundis verður nú eisini heimild at krevja, at ukrainarnar skulu rinda húsaleigu fyri bústaðirnar.
Sagt verður, at hetta er bráðneyðugt og tí er ætlanin at viðgera málið skjótt og at víkja frá øllum tíðarfreistum so at tað kann avgreiðast í dag.
Eisini hevur Reyði Krossur átikið sær at standa fyri at skipa fyri, at tey skifta bústað, og í hesum sambandi skal Løgtingið játtað 350.000 krónur til tað endamálið.
Tað merkir, at Reyði Krossur skal átaka sær at taka ímóti ukrainunum, tá tey flyta inn og útvega teimum hóskandi bústað.
Reyði Krossur skal eisini standa fyri at gera mannagongdir fyri húsið og at vera til staðar fyri búfólkini nakrar tímar hvønn gerandisdag.
Somuleiðis skal Reyði Krossur vera til taks at svara spurningum og stuðla teimum í tí dagliga.
Reyði Krossur átekur sær hesa uppgávuna tað, ið eftir er av árinum og í tí sambandi skal Løgtingið játta 350.000 krónur til Reyða Kross. Sostatt verður eykajáttanin 2,55 milliónir tilsamans.