Flotin hjá Gretu Thunberg, sum er ávegis Gaza við neyðhjálp, var raktur av eini dronu í tunesiskum sjógvi, søgdu fyrireikararnir seint mánadagin.
Mynd: Ann Wright
Manningin sigur, at dronan rakti høvuðsskipið hjá Global Sumud Flotilla (GSF), tá tað var ankrað uttanfyri havnina 'Sidi Bou Said' í Tunesia.
Skipið fekk skaða á høvuðsdekkið og goymsluna undir dekkinum, vísa upptøkur sum GSF hevur almannakunngjørt á miðlinum X.
Eingin mannskaði stóðst av hendingini.
-Dronan fleyg beint yvir skipið, slepti bumbuna sum brast, og eldur kom í. Øll sum eru umborð eru óskædd.
Mynd: Instagram-Yasemin Acar
-Tey hava bumbað ein bát, enn einaferð, við sivilum á honum, í tunesiskum øki, sigur Yasemin Acar. Hann er ein av teimum seks aktivistunum, sum var umborð.
Houcem Eddine Jebabli, talsmaður fyri tjóðarverjuna í Tunesia, sigur, at ein kanning er í gongd, men ongar dronur eru funnar.
Hann kallar fráboðanir frá aktivistunum “fullkomiliga ógrundaðar.”
Myndir: X hjá GSF
– Sambært fyribils niðurstøðu kom eldur í bjargingarvestirnar umborð á einum skipi, sum var ankrað 50 míl frá havnini í Sidi Bou Said, legði hann afturat. Og alt og bendir á, at eldurin kann verið orsakaður av einari sigarett.