Á fyrsta sinnið verða flogbóltsfinalur við Tjarnir. Talan er um finalurnar í Bónus steypakappingunum, sum verða leygardagin 25. apríl.
Í fýra sera spennandi hálvfinalum síðsta leygardag, leiktu Mjølnir og TB seg í finaluna fyri kvinnur, ímeðan ÍF og SÍ leiktu seg í finaluna fyri menn.
Hetta er fyrsta ferðin, at Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av at royna stóru og stásiligu høllina við Tjarnir, sum livir upp til øll altjóða krøv til flogbólt.
Lagt verður fyri kl. 14.00 har kvinnurnar hjá Mjølnir og TB leika. Kl. 17.00 leika so mennirnir hjá ÍF og SÍ.
Høllin letur upp longu kl. 13.00 við hugna, undirhaldi, matsølu og onkrum góðum til góman.