Ongi úrslit

Fleyr gjørdi bart ímóti favorittinum SÍ og er í steypafinaluni

Bónuskappingin - hálvfinala, menn: SÍ – Fleyr 0-3 (21-25, 20-25, 19-25)

Flogbóltssamband Føroya
19. apríl kl. 19:04

Uttan at taka nakað frá Fleyr, so væntaðu tey fæstu, at Fleyr fór at vinna hálvfinaluna á SÍ og uppaftur minni, at Fleyr fór at vinna ein so lættan 3-0 sigur, sum talan gjørdist um.

Fleyr legði seg tíðliga á odda í fyrsta setti og helt síðani fyri tað mesta SÍ eini tvey, trý stig aftanfyri seg  og vann 25-21.

Uppaftur lættari gekk í øðrum setti, og mesta partin av settinum var Fleyr frammanfyri við trimum og fýra stigum, áðrenn settið varð vunnið 25-20.

Væntaða aftursvarið frá SÍ kom ongantíð, og Fleyr var á odda 12-7 og 16-10, áðrenn SÍ gjørdi ein lítlan vørr og minkaði um munin til 17-18. Men gleðin var stokkut, tí Fleyr vann næstu fýra bóltarnar, og so hvarv spenningurin aftur, og brátt hevði Fleyr vunnið 25-19 – og skal spæla steypafinalu Inni í Dal í Sandoynni leygardagin 26. apríl.

Mótstøðuliðið verður funnið seinni í kvøld, tá ÍF og Mjølnir bresta saman. Dysturin stendur sambært skránni at byrja umleið kl. 19, men verður allarhelst seinkaður nakað.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

Í gjár kl. 15:49

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

Í gjár kl. 11:44

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

23. apríl kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

23. apríl kl. 07:42