USA fyrireikar seg til at senda fleiri túsund hermenn og fleiri krígsskip til Miðeystur. Tað siga fleiri miðlar sum Reuters, CNN og Wall Street Journal. Tey hava tosað við dulnevnd embætisfólk.
Sambært fjølmiðlunum snýr hetta seg um umleið 2200-2500 sjómenn úr tveimum eindum.
Fyrsta krígsskipið við hermonnum fer væntandi til Miðeystur í næstu viku, skrivar Reuters. Eingin offisiell fráboðan hevur verið um útsendingina úr USA. Sambært miðilin hevur USA tó longu umleið 50.000 hermenn, sum eru staddir í Miðeystri.