- Tað er rætt, at fólk eftir øllum at døma eru smittað í brúdleypinum hjá okkum.
Tað sigur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, tá dimma.fo ringir fyri at spyrja um søgan, sum hevur gingið seinastu dagarnar, er sonn.
Dimma.fo royndi í gjár at fáa fatur á Steffan Klein Poulsen, uttan at tað tó eydnaðist, men tað eydnast, tá vit ringja aftur í dag. Og hóast hann í fyrsta umfari ljóðar, sum hann helst vildi, at søgan ikki varð skrivað, so váttar hann, at tað er hald í søguni.
Tað vóru umleið 130 fólk í veitsluni, sum var hildin í Leirvík, tí fleiri avboð komu sjálvan brúdleypsdagin, og vertirnir høvdu ikki mælt fólk til at kanna seg áðrenn brúdleypið. Hví ikki tað?
- Tað er ein persónlig avgerð, um man letur seg kanna halda vit, og tí bóðu vit ikki um tað, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann veit ikki hvussu nógv eru smittað, men sigur, at hann hevur verið í samband við fleiri teirra, og at støðan er góð.
Steffan Klein Poulsen er ikki koppsettur sjálvur, og spurdur, um hetta fer at broyta nakað í so máta sigur hann, at tað fer tað ikki.
- Tað eru fyrimunir og vansar við vaksinu, men har eru viðurskifti, sum ongantíð koma fram í mainstream-miðlunum, sum vísa, at alt ikki er so gott við vaksinuni. Millum annað tað, at virkningurin fer av, og at nógv koppsett gerast sjúk og eisini smitta onnur, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann vísir á Ísrael sum eitt dømi, har nógv koppsett eru vorðin smittað, og hann vísir serliga á tað, sum Jón Tyril hevur funnið fram til og hevur skrivað um á Facebook.
- Men hetta sleppur ikki framat í mainstream-miðlunum, sum eru merkiliga samdir, og har er heldur ikki pláss fyri skepsis. Mainstream-miðlarnir gera heldur einki við tað, at koppsett, sum hava verið í samband við smittað, sleppa at liva ótarnað, hóast tey smittað líka illa sum onnur, sigur Steffan Klein Poulsen.
Hann leggur dent á, at hann ikki talar fyri, at fólk skulu lata vera við at koppseta seg. Hann hevur bara ikki latið seg koppseta, og at tað er ein persónlig avgerð.
- Eg havi valt ikki at koppseta meg, og enn havi eg ikki havt nakra orsøk til at broyta ta avgerðina, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum, sum tó leggur afturat, at hann fer at testa seg í dag.