Ongi úrslit

Fleiri grønlendingar ganga í kirkju

Tey stúra fyri, um vit framhaldandi kunnu liva í frið.

© Christian Klindt Sølbeck, Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Grønlendingar eru ávirkaðir av hóttanunum frá USA, og tað merkja teir í kirkjunum. Hettar stendur at lesa í DK.dk

Longu í fjør, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur fór at tosa um at keypa Grønland, byrjaðu stúranir. Men síðani ársbyrjan er stúranin vorðin sera greið.

- Vit merkja týðiliga, at tørvur er á at fáa stuðul og at hoyra um vónina og gleðiboðskapin, sigur biskupur í Grønlandi, Paneeraq Siegstad Munk.

Sambært henni hava kirkjurnar upplivað fleiri vitjanir enn vanligt seinasta árið.

Tey stúra fyri, um vit framhaldandi kunnu liva í frið.

Serliga eftir amerikanska álopið á Venezuela fyrst í januar, vaks stúranin. Samstundis gjørdust hóttanir frá Donald Trump um at yvirtaka Grønland, meira og meira beinleiðis. Nakrar vikur seinni var høvuðsstaðurin Nuuk raktur av streymsliti.

- Tá streymurin fer, følir tú kropsliga, hvussu kroppurin rystist. Tað er óbehagiligt at vera einsamallur, og fólk fara í kirkjur fyri at vera saman við onkrum. Hettar sigur Paneeraq Siegstad Munk við ‘Stars and Stripes.

Serliga í Nuuk, har journalistar og politikarar javnan hava vitjað, er ótryggleikin allastaðni, greiðir hon frá.

- Sama hvar vit fara, so føla vit tað. Óttin fyri, at onnur koma og taka yvir okkara land, hann liggur beint undir yvirflatuni.

Umframt at fleiri møta upp til vanligar gudstænastur, hava nakrar kirkjur eisini gjørt brúk av sonevndum ljóðleysum gudstænastum kring Grønland.

- Her kanst tú koma inn í kirkjurúmið og fáa frið, tá tankarnir yvirflóða ella tá tú ert stressaður, sigur biskupur.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

Í gjár kl. 15:24

Nógvar grýlur í býnum í nátt - og summi uppførdu seg eisini sum grýlur

15. februar kl. 09:29

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Kemur ikki við allíkavæl

14. februar kl. 15:09