Tað var bæði kavarok, jarðrok og kalt í í gjár og tað elvdi til trupulleikar í ferðsluni.
Løgreglan sigur, at ein bilur fór út av í hálkuni við brúnna í Nesvík, men eingin fólkaskaði hendi.
Men tað var serliga út á seinnapartin, at trupulleikar fóru at taka seg upp. Løgreglan sigur, at tað hendi eini 10-12 ferðir at tey, sum ruddaðu kava, ringdi til teirra at boða frá, at tey sluppu illa fram fyri bilum, har bilførarin hevði koyrt seg fastan og fólkið varð rýmt úr bilinum.
Løgreglan brúkti nógva tíð upp á at fáa fatur á bilførarunum. Tey siga, at í slíkum førum eiga fólk at ringja til løgregluna at greiða frá støðuni, tí tað ger tað munandi lættari at fáa bilin fluttan aftur.
Tað er eisini fyri at tryggja sær, at fólk, sum eru farin úr einum bili, hava tað gott og ikki ikki liggja onkustaðni. Løgreglan veit ikki um nakar, ið hevur siti í bili, sum hava rent seg fastar.
Men løgreglan sigur, at seinni í gjárkvøldið hæsaði av aftur og í nátt hevur einki verið av nøkrum.