Ongi úrslit

Fleiri bilførarar í Havn fáa ein hvøkk í morgun

Í morgun loysir tað seg hjá bilførarum at kanna eftir um bilurin framvegis hevur plátur...
Áki Bertholdsen
24. oktober kl. 07:42

Sum vit skrivaðu hendan dagin, hevur Akstovan latið løgregluni ein lista við heili 575 bileigarum, har nummarpláturnar skulu takast av bilinum, tí at eigarin ikki hevur goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

Og nú er løgreglan farin til verka, og í tí sambandi vera tað fleiri bilførarar í Havn, sum fáa ein hvøkk tá ið teir fara í bilin.

Í nátt hevur løgreglan nevniliga verið runt í Havnini og tikið nummarpláturnar av ikki minni enn 47 bilum.

Hava eigararnir ikki eina kvittan fyri at rokningin er goldin ein av seinastu døgunum, er einki at gera, tí so verða pláturnar tiknar.

Hesa næstu tíðina fer løgreglan so at arbeiða seg ígjøgnum listan, tí tey eru komin ígjøgnum hann.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

23 tímar síðan