Ongi úrslit

Fleiri 10-og 20 ára starvsdagar í ArtiCon

Í dag vórðu sjey starvsfólk heiðrað fyri í ár at hava havt rundar starvsdagar

ArtiCon
22 tímar síðan

Í dag skipaði ArtiCon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá.

Millum annað vórðu heiðrað 7 starvsfólk, sum øll høvdu havt 10-og 20 ára starvsdag í 2025.

Tey, sum hava verið í 10 ár eru: Johnny Thomassen, Jan Hentze, Jóhannes V. Kristensen Høgni Feilberg Pedersen og Magni Silvurdal

Tey, sum hava verið í 20 ár eru: Eyðfinn Guttesen og Ólavur Jacobsen.

Sunnvard Andreasen, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.

Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum, skrivar ArtiCon.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14