Góðu áhoyrarar, góðu tit øll.
Fyrst av øllum vil eg takka Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri tann heiður, at sleppa at halda flaggdagsrøðu her í dag.
Flaggsøgan
Í dag er 25. apríl, flaggdagur okkara.
Vit minnast og heiðra, at henda dagin í 1940 bleiv Merkið viðurkent av bretska hersetingarvaldinum sum føroyskt flagg.
Men søgan um Merkið byrjaði nógv ár frammanundan.
Longu í 1919 gjørdu teir tríggir studentarnir og vinmenninir í Keypmannahavn - Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl - flaggið sum vit kenna tað í dag – okkara vakra Merkið við tí hvíta dúkinum, tí reyða krossinum og tí bláu rondini.
Seinni sama ár 1919 – tá Jens Olivur Lisberg fór til Føroya í summarferiu - varð Merkið vundið í húnar hátt í Føroyum fyri fyrst ferð – hetta var í heimbygd hansara Famjin.
Í 1920’unum bleiv alt meira vanligt, at fólk flaggaðu við Merkinum á fólkafundum, í brúdleypum og til onnur tiltøk. Hetta førdi til eitt áralangt flaggstríð, tí tað var ikki loyvt at brúka føroyska flaggið. Mótstøðan var hørð bæði úr Danmark og innanlands í Føroyum. Serliga nógv stóð á hjá sjómonnum, sum ikki vildu lúta fyri mynduleikunum og flaggaðu við merkinum umborð á skipum sínum.
Eg haldi hetta sigur nakað um tíðina – um dirvi og um vón. Og um eitt fólk, sum longu hevði tikið flaggið til sín, áðrenn mynduleikarnir gjørdu tað.
Ungmannafelagið Merkið í Nólsoy
Dirvi og vón hoyrir ungdóminum til. Og í bókini “Flaggsøgan” greiður Niels Juel Arge frá, at tað vóru tey ungu, sum gingu á odda í flaggstríðnum. Í Havn stovnaðu tey ungu Ungmannafelagið Merkið í 1920.
Abbabeiggi mín, Jens Hansen úr Nólsoy, var við til at stovna felagið. Og nakað av tí fyrsta tey gjørdu í nýggja felagnum – hetta var bara tveir mánaðir eftir at felagið varð stovnað – fóru tey útferð til Nólsoyar. Tey løgdu frá landið í Havn við Merkinum veittrandi í mastruni.
Í Neistanum, sum var blaðið, sum Ungmannafelagið gav út, stóð:
“Stór var gleðin, tá ungmannaliðið stevndi inn á Nólsoyarvík og sóu tvey prúð merkir av sama slag veittra har – og einki annað merkið sást í bygdini, øll spír stóðu tóm, eins og longdust tey øll eftir, at tann stundin skuldi koma, tá tey kundu bera hin hvíta dúkin við bláum og reyðum krossi”.
Hetta var sum sagt í 1920, so eisini í heimbygd míni Nólsoy flaggaðu tey tíðliga við Merkinum.
Men lítið visti hesi vónríku ungu fólkini, at tað skuldi ganga 20 ár, áðrenn Merki bleiv viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga. Og at tað skuldi ein blóðugur heimsbardagi til, áðrenn vit fingu Merkið viðurkent sum føroyskt flagg. Og at tað skuldi vera bretska hervaldið – og ikki danskir mynduleikar – sum skuldi viðurkenna okkara flagg.
Føroyar í heiminum og fólkaræði
MEN - tað sum skilur okkum í dag, savnar okkum í morgin.
Nú eru vit í 2026 og enn veittrar Merkið yvir okkum - bæði í sorg, tá vit vinda flaggið í hálva stong – og í gleði, til hátíðir og til veitslur.
Men heimurin í dag er nógv broyttur.
Stórveldini brótast og kríggjast úti í heimi - og tann reglubaseraða heimsskipanin, sum hevur tryggjað frið og samstarv í áratíggju, er undir trýsti.
Stórpolitikkur, verjusamstarv og trygdarpoltikkur eru komið ovast á dagskránna í politikki og í fjølmiðlum. Og tað er eftirhondini ringt at vita, hvør er okkara vinur og hvør er okkara fíggindi úti í heimi. Afturat hesum kemur, at dálking og veðurlagsbroytingar hótta úti í framtíðini.
Tá heimurin soleiðis er í broyting, so má eisini eitt lítið land sum Føroyar gera sær greitt, hvar vit standa í heimshøpi. Og meira enn nakrantíð, hava vit brúk fyri djørvum og vónríkum menniskjum – serliga ungum – sum vilja byggja eitt sterkt og sjálvstøðugt Føroyar. Eitt frælst samfelag sum stendur á einum tryggum fólkaræðisligum grundarlagið.
Frælsi og fólkaræðið er nemliga okkara sterkasta verja - soleiðis standa vit sterkast í einum heimi í broyting.
Vit hava júst havt løgtingsval – vit kunnu øll stilla upp og velja eftir egnari sannføring – tað er tíverri ikki støðan í øllum londum.
Vit síggja lond, har einaræðisharrar kúga andstøðu og minnilutar og har hvørki mannarættindi ella landamørk verða vird.
Vit mugu ongantíð taka fólkaræðið fyri givið, men tilvitað ansa eftir tí og hjúkla um tað hvønn einasta dag.
Vit missa fólk
Í einum góðum fólkaræði hava allir borgarar somu rættindi og skyldir. Og hóast tað er meirilutin, sum ræður, so verður tikið atlit til minnilutar og teirra áskoðarnir.
Okkara samfelag skal rúma øllum føroyingum í øllum tí vakra og litríka fjølbroytni sum menniskju nú einaferð koma í. Samfelagið skal rúma íbúgvunum í bý, á bygd og á útoyggj - óansæð persónliga trúgv, uppruna, húðalit, kyn, politiska sannføring og kynsligan samleika. Og óansæð kropsligar og sálarligar avbjóðingar – tað skal vera rúm fyri okkum øllum í Føroyum. Eins og Merkið skal vera okkara alra.
Men tað eru tíverri ábendingar um, at øll ikki føla, at okkara samfelag rúmar teimum. Enn hoyra vit tíverri um fólk, sum flyta av landinum og sum ikki føla at rúm er fyri teimum í føroyska samfelagnum. Vit megna tíverri ikki nóg væl at skapa karmar og góð kor fyri øll.
Vit missa t.d. alt ov nógv ung av landinum. Av hvørjum árgangi fer fimti hvør føroyingur av landinum – og bara helvtin kemur aftur. %
Vit hava eisini eitt undirskot uppá kvinnur her í landinum. Í løtuni eru 2000 færri kvinnur enn menn í Føroyum.
Vit mugu tora at hyggja í speglið og spyrja hví støðan er so. Er føroyska samfelagið ov stirvið? Eru vit ov konservativ? Ella er samfelagið ov mansdominerað?
Føroyar er eitt lítið og fjarskotið oyggjaland. Vit eru einans 55.000 menniskju. Og vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum her á oyggjunum og hava ikki ráð at missa ov nógv fólk av landinum.
So okkara nývalda Løgting hevur tað stóru ábyrgd, at skapa góðar karmar fyri allar samfelagsbólkar.
Vit kunnu øll hjálpa til við fría orðinum
Men politikkur og fólkaræðið fer altso ikki bara fram ímillum okkara politikkarar. Tað er eisini nakað vit sjálvi fremja millum okkum øll hvønn einasta dag. Vit hava nemliga tað fríða orðið – frælsi at skriva, tala og hugsa frítt. Hetta gevur okkum eina medábyrgd, at hvønn dag vera við til at skapa eitt vælvirkandi fólkaræðisligt samfelag.
Tað sum vit sjálvi siga og gera ein vanligan gerandisdag – ella tað sum vit ikki siga og gera – kann t.d. síggjast sum ein atkvøða fyri ella ímóti einum tolsamum samfelag. So lat okkum ikki tiga og hyggja burtur, tá vit uppliva útihýsingar, spjaðandi retorikk og annað órættvísi, men lat okkum tala at og uppá tann mátan vera ein fyrimynd fyri onnur.
Vit hava tíbetur frælsar fjølmiðlar – og okkara egna persónliga talifrælsi. Vit hava loyvi at vera atfinningarsom móti Løgtingi og øðrum mynduleikum
Hetta kunnu vit brúka, at skapa okkum tað samfelagið sum vit ynskja okkum. Eitt samfelag, har bæði kvinnur og menn trívast líka væl. Eitt samfelag har tey ungu at trívast og mennast. Eitt samfelag, har minnilutar og allir samfelagbólkar vera vird.
Og eitt samfelag, sum vit kunnu vera stolt av, tá vit vinda Merkið í húnar hátt. Merkið er í dag savnandi fyri allar føroyingar. Ikki tí vit eru eins – men tí vit eru ymisk og kortini hoyra saman – í øllum okkara fjølbroytni.
Takk fyri at tit lýddu á.
Og framhaldandi góðan flaggdag.
Merkið fyri allar føroyingar – í øllum okkkara fjølbroytni
Vit eru altjóðagjørd – fáa heimin inn í okkara heim gjøgnum skermarnar hvønn dag.
Hvørji eru vit.
Hvat er ein føroyingur.
· Merkið
· Náttúran
· Málið
· Mentanin
· Hetta, at vit eru eitt fjarskotið oyggjaland, myndar okkum
Tað, at vera ein føroyingur, broytist allatíðina.
Spyr ein miðaldrandi sjómann – hann hevur neyvan sama svarið uppá spurningin, sum ein lesandi á Glasi.
Ferðavinnulýsingarnar mála ein mynd av Føroyum, sum oftani ikki er so realistisk og sonn í eygunum hjá okkum sjálvum
55.000 íbúgvar á 18 oyggjum.
Vit fylla ikki nógv á okkara rúmdarkletti.
Soleiðis yrkti Gunnar Hoydal, sáli
minnir okkum um søgu og mentan okkara og bindir okkum saman sum tjóð.
Merkið eyðmerkir okkum – er sloyfan, sum bindur okkum saman sum tjóð - skilur okkum frá øðrum londum. Hetta pinkalítla og fjarskotna landið – so lítið sum eitt gjar á rúmdarkletti -
Hugsa ikki altíð um, hvussu lítil og fjarskotin vit eru
Føroyar og havið
Eg haldi ikki tað er nakað sum definerar okkum so nógv sum fólk, sum hetta at vit eru eitt oyggjaland. Lítið og fjarskotið og umkransað av sjógvi og havi.
Millum okkum og onnur lond liggur stóra havið. Okkara oyggjar - umgyrdar av stóra havinum – sum skilur okkum frá øðrum londum.
Men samstundis knýtur havið okkum eisini til onnur lond. Gjøgnum øldir var havið einasti farvegurin til onnur lond og umheimin. - Sitat úr yrking eftir Gunnari Hoydal um havið.
Hóast fólk ferðast uppá aðrar mátar í dag – oftani við flogfarið – so er havið enn í dag vegurin út í heim.
Kosmos – mikrokosmos
Umkransar
Tað skilir okkum frá øðrum londum, men bindur okkum saman við
Nólsoy og fjørðurin
Eg eri uppvaksin í Nólsoy og har búgvi eg enn. Ein lítil oyggj, sum
Fjørðurin skilur okkum - 230 sálir – frá restini av Føroyum og restini av heiminum. Eingin vegur til nakra grannabygd. Soleiðis dáma okkum tað. Ger nakað serlig við bygdalívið – vit vita, at skal nakað henda, so skulu vit sjálvi fáa tað at henda. Orsøkin til at nólsoyingar eru góð verskapsfólk og at vit hava eitt ríkt mentanar- og tónleikalív á oynni.
Nólsoy er eisini
+
Samferðslan
Út í heim
Innanoyggja
Týdningurin
Í valstríðnum uppundir løgtingsvalið var nógv tosað um bústaðartrot og høga kostnaðin at fáa tak yvir høvdið. Ein góð samferðsla tryggjar, at vit kunnu búgva har í landinum, sum vit trívast best. Tað er gott fyri okkum sum persónar, men eisini gott fyri bústaðarmarknaðin, at øll SKULU búgva í miðstaðarøkinum. Og tað er gott fyri arbeiðsmarknaðin, at
Vit tosa ofta um arbeiðsmarknað, bústaðir og samferðslu sum trý ymisk politisk mál. Men í veruleikanum hanga tey óloysiliga saman.
Arbeiðspláss, bústaðir, ungdómslív
Tað skal vera liviligt í miðstaðarøkinum – ja – men eisini um landið alt.
Tjóðarsemjan
So merkið kann veittra millum onnur fløgg
Stríðið at vinna okkum rættingdi bara at søkja um limaskap í WTO
Lat Merkið veittra fyri friði og frælsi - Dimma.fo
Forstáilsi fyri at sigla ímillum
Bara 1%
Hvør hugsar um hendan lítla minnilutan
Flyt bara til Havnar
Fólk eru sum plantur og trø – vit hava røtur, sum ikki bara kann skræðast upp
26-30
Í gerðabókina varð skrivað:
“Hátt veittraði hitt vakra, prýðiliga felagsmerki okkara á spírinum. Sólin sendi sínar lívgandi, vermandi geislar niður á ta vøkru fold, og hon litaði tað fríða merki, sum er vígt til at føra Føroya fríbornu tjóð fram, so hon verður frælslynt eins og í forðum”.
Tað sigur nakað um tíðina. Um dirvi og um vón.
Og um eitt fólk, sum longu hevði tikið flaggið til sín – hóast myndugleikarnir ikki høvdu.
Fyri málið - fyri frælsi
Egnan megi og mátt
Um fólkaræði
Minnilutar stríðast og hava rætt
Javnstøða
Flagg og mál stóra mótstøðu
Tá ið politikkur verður vald fyri tey fáu, tey úrvaldu, fyri serstakar stættir og fyri tey, sum frammanundan hava fingið ella arvað framíhjárættindi. Tá ið politikkur verður hugsjónarleysur við ongum tjóðskaparligum, sosialum, vinnuligum og mentanarligum stavnhaldi. Ja, so ríður alt spakuliga ella skjótt undan.
Vit eru tá í einum moralskum, politiskum og fólkaræðisligum forfalli.
Merkið fevnir okkum øllum – allar føroyingar úti og heima, gestum og tilflytingum
Hátíðardøgum – sorg og gleði
Menning – útbúgving – minni fráflyting
Sjálv eiga avgerðina
Stættarmunur
Facebook – skermar – framtíð Føroya
Mentan
Samferðslan – tey sum ikki hava vegasamband – skúlabørn sum ikki sleppa heim – felags stev
Tá tey komu aftur til Havnar, stóð fjøld av fólki á kaiini og tók ímóti teimum – og harímillum var eisini fútin. Men hann segði ikki eitt orð, stendur í bókini hjá Niels Juel Arge.
Týdningurin av flagginum
Men tað sum skilur okkum í dag, samlar okkum í morgin. Í dag hevði eingin hevði longur kunna ímynda sær, at vit flaggaðu við Dannebrog – ella nøkrum øðrum flaggi.
Boðberi – hetta eru vit – føroyski samleikin
Hátíðir, ítrótt, skip
Á sama hátt, sum føroyingar stríddust fyri flagginum, soleiðis stríddust vit eisini fyri føroyska málinum og soleiðis stríðast vit eisini fyri einum frælsum landi.
Tað sum hevur verið óhugsandi er tíverri ikki longur óhugsandi.
· Vit hava eitt kríggj í Evropa, nú á fjórða árið. Russiska álopskríggið í Ukraina hevur kostað túsundtals ungum russiskum og ukrainskum hermonnum lívið. Og sivilfólk í hópatal hava eisini mist lívið og eru fordrivin frá sínum heimi og sínum heimlandi.
· Og amerikanski forsetin hevur hótt við at taka Grønland – við hermegi um neyðugt, varð sagt. Og USA førir eisini síni kríggj – fyrr í ár framdi teir álop á Venesuela - og í løtuni gongur tað fyri seg í Miðeystri.
· Og Ísrael og kríggji í Gasa
· Har eru eingir tilflytarar umboðaðir
· Alt ov fáar kvinnur – kvinnumangul – hagtøl??
· Eingin frá útoyggj – hvussu nógv – tøl – hagtøl – 1%
· Eingin LGBT’ari
Høgrarák í Evropa – retorikkurin er broyttir - kennist ófrættakent.
Bókasøvnini skulu stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt
“Tú minsta land, nú ert tú aftur nær
Mín lítla váta ogn heimsins klótu
Á rúmdarkletti ert tú minsta gjar
Eitt tinnuljós í døkkum hellugróti”
Soleiðis yrkti Gunnar Hoydal í sanginum “Tú minsta land”, sum Annika Hoydal syngur. Og Føroyar eru sanniliga eitt lítið og vátt og fjarskotið land – eitt gjar á rúmdarkletti.
Vit kunnu øll hjálpa til, at skapa eitt tolsamt samfelag, sum allir borgarir kunnu trívast í. De små valg, vit træffer, er i sig sel ven stemmeafgivning, som gør det mere elelr mindre sandsynligt, at der vil blive holdt frie valg i fremtiden. I hverdagens politik gør vores ord og handlinger – og mangelen på dem – en stor forskel.
Se ikke væk, og lad være med at vænne dig til dem. Fjern dem, og vær dermed et godt eksempel for andre.
Tað er týdningarmikið, at politikkarnir, sum sita í Løgtinginum hugsa sum landspolitikkarar og ikki bara sum lokalpolitikkarar. Løgtingslimir – og samfelagið alt – má taka atlit til teir samfelagsbólkar sum ongantíð vera vald í Løgtingið.
Tað fría orðið gevur okkum ábyrgd. Vit skulu ikki venja okkum við útihýsingar, spjaðandi retorikk og So lat okkum ikki tiga og hyggja burtur, tá vit síggja og hoyra útihýsingar, spjaðandi retorikk og aðrar.... Tær smáu avgerðirnar sum vit taka hvønn dag
Djørv ung og vónrík menniskju, at berjast fyri rættindum og tala at.
Eingin skal kenna seg noyddan at fara av landinum, tí tey ikki .......
Grundleggjandi at vit skulu kunna finnast at.
At øll hava atgongd til vitan, hugskot og kjak.
Eitt samfelag, har ymisk sjónarmið sleppa framat,
er eitt samfelag, sum stendur sterkari.
Í dag flagga vit Merkið.
Eitt flagg, sum varð skapt av ungum fólki við dreymum.
Eitt flagg, sum varð borið fram av dirvi og treiskni.
Og eitt flagg, sum í dag umboðar okkum øll.