Góðu áhoyrarar!
Handan hesar veggir í 1919 teknaðu vinmennirnir Jens Olivur Lisberg úr Fámjin, Janus Øssurson úr Havn og Pauli Dahl úr Vági tað føroyska flaggið. Ninna Jacobsen úr Havn, sum eisini var búsitandi í Keypmannahavn hesi árini, seymaði flaggið eftir uppskotinum hjá teimum trimum vinmonnunum, eitt flagg við hvítum dúki, reyðum krossi og bláari rond. Á sumri sama ár varð merkið borið fram í Føroyum av ungu studentunum í Keypmannahavn. Fyrstu ferð hetta vakra flaggið veittraði á stong í Føroyum var í Fámjin í juni sama árið.
Teir vóru ávirkaðir av tjóðarfatanini, sum eftir fyrra heimskríggj varð grundfest í friðarsáttmálanum í Versailles í 1919. Grundtankin var, at allar tjóðir skuldu hava frælsi at avgera síni egnu viðurskifti.
Við hesum settu ungu studentarnir hol á eitt tógvið stríð í Føroyum – flaggstríðið, ið vardi líka fram til tann dag, tá Føroyar vórðu hertiknar av bretum í 1940, og bretska stjórnin boðaði frá, at hon ikki góðkendi, at føroysk skip sigldu undir Dannebrog, sum nú umboðaði eitt land, ið var hersett av Týsklandi.
Hóast tað kann tykjast at vera ein andsøgn, at tað vóru føroyskir studentar, sum gingu og mólu í Danmark, sum vóru katalysatorurin undir hesum stríðnum, so er tað gjøgnumgangandi fyri ein stóran part av føroysku tjóðarbyggingini, at mangir neistar vórðu kveiktir í danska høvuðsstaðnum.
Í 1882 vóru tað føroyskir studentar, sum tóku stig til “Føringafelagið” við endamálunum “at fáa Føroya mál til æru” og “at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir.” 22. desembur 1888 tók systurfelagið í Føroyum stig til jólafundin, sum legði fundamentið undir framburðinum innan Føroya mál og mentan.
Góðu áhoyrarar.
Hesi farnu árini er Exit Føroyar aftur farið at fylla alsamt meir. Tíðindastreymurin er fyltur við negativum søgum um hvussu keðiligar, dýrar at búgva í og avmarkaðar Føroyar eru. Hesin diskursurin tykist eisini at vera seyraður inn í føroyska ungdómin í Danmark og í tey í Føroyum, sum gleða seg at fara til Danmarkar.
Á vetri 2024 framleiddi Kringvarpið tvær sendingar við heitinum “Kanst tú siga farvæl”. Tá ið vit sóu okkum ungu, ið eru niðri í Danmark, vóru upptøkurnar tiknar frá lestrargonguni. Har var seinsummarsólskin, inni var litríkt og ljóst, vit hoyrdu pumpandi diskotónleik og sóu eina høll stúvstappaða av kátum smárúsaðum og livandi ungdómi.
Tað sindrið, vit sóu í sendingini um tey lesandi í Føroyum og av Setrinum, var hvítt, kliniskt, neiligt, keðiligur tónleikur, nøkur fá tandur sum sótu í eini skúlastovu og ein einsamallur maður í eini íbúð í Finsen.
Tað er gott at miðlarnir, og tey sum seta dagskránna í Føroyum, hava fokus á hvat skal gerast betri fyri at fáa týdningarmesta tilfeingið í landinum – ungdómin – at velja Føroyar. Og ja, bíligari bústaðir, at lækka kostnaðarstøðið og nýtt kampus eru stór mál, sum eiga at hava fremstu politisku raðfesting hjá nýggju ABC-samgonguni.
Men latið okkum vera varin við at snakka Føroyar niður í eitt svart hol. Latið okkum standa saman um alt tað sum ger Føroyar til heimsins besta land at vaksa upp, liva og virka í. At vit hava bygt eitt vælferðasamfelag í serflokki. At vit hava álit á hvørjum øðrum, og taka okkum av hvørjum øðrum. Tá tað gerst ódn, og kreppur raka, standa vit saman og finna loysnir. Vit hava eitt felags virðisgrundarlag og eina sterka samanhangsmegi. Men fyrst og fremst eru Føroyar heimsins besta land, tí tað er okkara land.
Tað er tað bandið, ið knýtir okkum saman. Sum kemur til sjóndar og merkist tá Elias á Skipagøtu kastar brotskastið í málið móti Noregi, og Mercedez Benz arena kókar og rungar av rópum um at “vi kan kjøpe hele Norge om vi vil”. Tá øll tjóðin savnast á midnátt ólavsøkuaftan at syngja “Boðar tú til allar tjóðir” hjá Jóannesi Patursson. Og tá ein aftaná eitt langt semestur situr umborð á Atlantic Airways, kagar út gjøgnum rútin og sær stoltu grønu oyggjarnar og hoyrir flogternuna siga “vælkomin heim”.
Jens Olivur Lisberg og hini handan føroyska flaggið vóru í somu støðu sum vit fyri 107 árum síðani. Ungir lesandi føroyingar í danska høvuðsstaðnum. Men í meðan tey fóru heim í berum fosturlandskærleika við einum flaggi, ið til tíðir mundi elvt til borgarakríggj, tíma vit ikki at flyta heim aftur, tí tilboðsblaðið hjá Netto vinnur á tí hjá FK.
Frálíka sendingin hjá Kringvarpinum “Grønjakkar í Havn” frá 2023 endar við at tann eini flytir úr Havn til lítla býin Varde í Jyllandi. Tá viðkomandi greiðir frá síni stóru avgerð sigur hann, og eg siteri: “mær dámar væl at drekka eina øl, og í Føroyum skal eg betala 45 krónur fyri eina øl, har eg skal betala 20 krónur fyri hana á eini barr niðri. So tað loysir seg í míni verð”.
Alt gott um tann mannin og hansara avgerð, men um fleiri hava hendan hugburðin, sum eg havi varhugan av at fleiri hava, fara vit aldrin at vinna í kappingini móti grannalondunum. Líkamikið hvussu nógv løgtingið, landsstýrið og bý- og bygdaráðini kring landið fara at raðfesta bústaðir, lestrarøkið og høga kostnaðarstøðið, fara Føroyar aldrin at vera heimsins bíligasta og mest praktiska land at búgva í.
Men lat ongan iva vera um at broyting skal til, og har eru vit í tí hepnu støðu, at í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska, er tað stutt til tey støð, har broytingar kunnu fremjast. So latið okkum vera tann broytingin vit ynskja síggja framda, og setið nýggj ættarlið við til heimsins besta land, í staðin fyri at festa røtur aðrastaðni, tí ongin framdi broytingina fyri okkum.
Takk fyri og góðan flaggdag.