– Fiskivinnusamstarvið við Russland skal halda fram
Tað sigur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og fyrrverandi landsstýrismaður í uttanlandsmálum.
Hann sigur, at føroyingar skulu hava sín egna uttanríkispolitikk og tá ið fólkarætturin verður brotin, skulu vit taka hóskandi stig ímóti tí.
– Men tað merkir ikki, at vit skulu ganga á odda at sleppa altjóða avtalum, ella avtalum ímillum tvey lond, ella altjóða lógum og reglum, sigur hann.
Hann vísir á, at eisini í Føroyum eru røddir frammi um, at nú skulu vit sleppa undan altjóða lógum og reglum og avtalum.
– Altso skulu vit ikki hava nakað samskifti og onga avtalu, og tað er ein ómetaliga vandamikil vegur at fara, heldur hann.
– Vit hava eina fiskivinnuavtalu við Russland, sum eg haldi, at vit skulu halda fram við, sigur Høgni Hoydal.
Hinvegin heldur hann, at vit skulu taka hóskandi stig ímóti Russlandi.
– Men tað, sum vit nú hoyra, er, at vit skulu avtaka altjóða sjólógina og banna russiskum skipum at koma í føroyskt sjóøki.
– Eitt og hvørt land hevur loyvi til at sigla ígjøgnum okkara sjóøki uttan fyri tríggjar fjórðingar.
Høgni Hoydal heldur, at vit skulu hava eina yvirskipaðar lóg, sum gevur okkum heimild at føra okkara egna trygdar- og verjupolitikk.
– Spurningurin er at um hetta skal knýtast av ávísum skipum. Men í hesum sambandi hevur Landsstýrið váttað, at slíkar avgerðir verða ikki tiknar uttan at ráðførðsla verður um tað við Uttanlandsnevndina, sigur Høgni Hoydal.
– Vit skulu seta okkara egnu tiltøk í verk, men stigið skal ikki vera, at vit siga alt upp, sum byggir á fólkarættin og altjóða lógir og reglur, sigur tingmaðurin fyri Tjóðveldi.
– Tí eiga vit at fáa eina lóg, ið, sum heild, gevur okkum heimilt at seta tiltøk í verk ímóti teimum, sum eru til vanda fyri trygdina.
– Men tað skal ikki vera ein lóg, sum bara er ímóti russiskum skipum, men ímóti øllum virksemi, sum hóttir okkara trygd, sigur hann.