Ongi úrslit

Fiskivinnan er lykilin í ES-samráðingum við Ísland

ES er til reiðar at bjóða Íslandi undantøk frá felags fiskivinnupolitikkinum fyri at skunda undir tilgongdina til limaskap.

© Síldarvinnslan
Íslendski trolarin Birtingur landar í Grindavík tann 20. apríl 2026.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Tað sigur fiskivinnukommisserurin í ES, Costas Kadis, í samrøðu við Financial Times. Hettar veit íslendska Ríkisútvarpið RÚV at siga.

Boðini koma undan eini fólkaatkvøðu í Íslandi í august um, hvørt landið skal halda fram við samráðingunum um ES-limaskap.

Fleksibilitetur í fiskivinnuni

Costas Kadis sigur, at ES er til reiðar at vísa fleksibilitet í fiskivinnupolitikkinum. Hann staðfestir, at møgulig undantøk kunnu verða partur av samráðingunum.

– Ja, hetta verður partur av samráðingunum, sigur hann.

Sambært honum ber til at finna loysnir á trupulleikum sum býti av felags fiskastovnum. Sama fleksibilitetur kann eisini gera tað meira áhugavert fyri lond sum Noreg at nærkast ES, sigur hann.

Fiskivinnan er kjarnumál

Fiskivinnan er eitt kjarnumál í kjakinum um ES-limaskap í Íslandi. Sambært frágreiðingum er hon ein av høvuðsorsøkunum til mótstøðu móti limaskapi.

Samstundis verður fiskivinnupolitikkurin í ES kritiseraður fyri at vera fløktur og tungur at umsita.

Í eini felags áheitan frá 12 limalondum verður ávarað móti, at skipanin er vorðin so fløkt, at hon ger arbeiðið torførari í gerandisdegnum.

Kadis sigur tó, at ætlanin er at einfalda og dagføra reglurnar.

Geopolitikkur trýstir á

Broytingar í altjóða støðuni hava eisini ávirkan. Kríggið í Ukraina, broytt amerikansk uttanríkispolitikkur og áhugi fyri Grønlandi hava styrkt áhugan hjá ES at víðka samstarvið í Evropa.

Ein statsvísindafrøðingur sigur, at hetta bendir á eina nýggja tilgongd í samráðingunum við Ísland.

– Hetta er ein broyttur tónn, sigur hon og leggur aftrat, at serligar loysnir kunnu verða møguligar, men at tað framvegis er ógreitt, hvat Ísland fer at góðtaka.

Sambært ES er fiskivinnan ikki bara týdningarmikil búskaparliga, men eisini fyri samleika Íslands.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Havnargentur eru danmarksmeistarar í íverkseting

21. apríl kl. 14:30

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18