Eftir fráboðanina fyrr í ár, sum segði at Finnland fór at verða limað inn í NATO, svaraði Russland skjótt aftur og ávaraði um, at landið var klárt at víðka um hernaðarligu styrkina framvið finska markinum.
Men enn eru ongar russiskar styrkir komnar til markið, ljóðar tað frá finska uttanríkisráðharranum.
- Royndirnar at fremja hetta í veruleikanum síggja ikki út til at hava gingið serliga skjótt, sigur uttanríkisráðharrina Elina Valtonen í einum telduposti til AFP, skrivar norska NRK.
- Russiska hermegin sær út til at vera bundin aðrastaðni í løtuni, leggur hon afturat og sipar til ukrainsku innrásina.
Finnland og Russland deila eitt 1.340 kilometrar langt mark. Finnland bleiv limur í NATO fyrst í apríl í ár.