Ongi úrslit

Finnbogi og Jákup eru meistarar

Finnbogi Hansen og Jákup Egholm eru føroyameistarar í bridge fyri veteranar

Føroya Bridgesamband
6 tímar síðan

Ársins fyrsta bridge kapping varð leikt í Bridgehúsinum í gjár. Hesa ferð vóru tað vetranar, sum kappaðust. 10 pør høvdu meldað seg til kappingina og leikt vóru 36 spøl.

Tey leikandi pørini vóru:

Árni M. Dam og Balli Mohr

Henriette Svenstrup og Jórun Johannesen

Danny Danielsen og Tordis Johannesen

Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen

Salomon Johansen og Bjørg Róin

Haldor Ellingsgaard og Benadicta Sólheim Ellingsgaard

Jón Rasmussen og Egil Helmsdal

Annika Olsen og Jústinus Olsen

Finnbogi Hansen og Jákup Egholm

Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen

Finnbogi Hansen og Jákup Egholm løgdu seg á odda í kappingini beinanvegin. Tá tey fyrstu 12 spølini vóru leikt vóru Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen á øðrum plássi, meðan Jón Rasmussen og Egil Helmstal høvdu vunnið seg uppá triðja pláss.

Eftir at 24 spøl vóru spæld, broyttist myndin. Finnbogi og Jákup lógu framvegis á odda við 125,0 stigum, meðan Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen høvdu spælt seg upp á ein annað pláss við 119,2 stigum og Danny Danielsen og Tordis Johannesen lógu á triðja plássi við 103,0 stigum.

Síðani var fari undir tey seinastu 12 spølini í kappingini, og tá øll 36 spølini vóru leikt varð úrslitið, at Finnbogi Hansen og Jákup Egholm vunnu FM kappingina við 169,0 stigum. Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen fóru avstað við øðrum plássi 167,2 stigum, meðan Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen vunnu triðja pláss við 160,0 sigum.

Føroya Brigdesamband ynskir tykkum hjartaliga tillukku við við flottu úrslitinum og takkar tykkum øllum, sum luttóku fyri eina góða og hugnaliga kapping.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19