Tað hevur verið rættiliga fitt av fólki í býnum ymsastaðni í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt.
Men mitt í gjárkvøldið, umleið klokkan 19.30, mátti løgreglan kortini í miðbýin í Havn eftir tveimum monnum, sum ikki vóru grannhavandi.
Teir leikaði í og elvdi til ótryggleika og tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um tveir útlendingar. Men yeir vóru framvegis ikki til at hava við at gera hjá løgregluni - og teir vildu heldur ikki siga, hvørjir teir vóru.
Tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa løgregluni, er annars, hvørju tey eru, nær tey eru fødd, og hvar tey búgva.
Teir vóru eisini rættiliga fullir, so tá ið alt varð lagt saman, gjørdi løgreglan av at handtaka teir og seta teir í brummuna.
Har hava teir so ligið í alla nátt og teir vórðu ikki leyslætnir aftur fyrr enn nú í morgun.
Men teir fingu tvær bøtur í part við sær av løgreglustøðini aftur, eina bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar og eina bót upp á 1.000 krónur fyri at nokta at siga hvørjir teir vóru.