Fingu ikki svar upp á eitt áragamalt trætumál um tunlar

Í øllum førum er tað bíligari fyri landskassan, at arbeitt verður skjótt

Áki Bertholdsen
1. oktober 2024 kl. 09:20

Er tað bíligari, ella dýrari, at lata Landsverk gera tunlar enn at bjóða teir út til privatar fyritøkur at kappast um? Tað er eitt trætumál, sum politikarar og Arbeiðsgevarafelagið hava trætast um í fleiri ár.

Allur teir seinastu tunlarnir, sum eru gjørdir, eru bjóðaðir út til privatar fyritøku at kappast um.

Men tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, setti hann eitt sjakk hjá Landsverki at gera tunnilin til Dals. 

Hann helt, at hetta er einasti máti at fáa tunnil til Dals, til Tjørnuvíkar, til Gjáar og aðrar smábygdir, tí tað vísti seg, at hesi plássini duttu altíð niður ímillum.

Hann tvíhelt eisini um, at tað er væl bíligari, tí Landsverk skal ikki hava vinning av arbeiðnum.

Men nú Dalstunnilin, og tunlarnir Norður um Fjall, eru boraður ígjøgnum, vildi Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava greiði á, hvør hevur rætt, Henrik Old ella Arbeiðsgevarafelagið.

Tí hevur hann spurt Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat er bíligari, at lata Landsverk gera tunlar, ella at bjóða teir út til privatar fyritøkur at kappast um.

Dennis Holm sigur, at Dalstunnilin hevur kostað 38.100 krónur fyri meturin at bora, men hann vísir á, at ein heilt stórur partur av arbeiðnum er boðið út til privatar fyritøkur, eitt nú koyring. 

Men í hesum prísinum er eisini leigukostnaður fyri maskinur, sum svarar á leið til avskrivingar hjá privatum fyritøkum.

Hinvegin hava tunlarnir Norður um Fjall kostað 50.106 krónur fyri meturin at bora, ella 11.306 krónur meiri.

Her skal tó leggjast afturat, at tunlarnir Norður um Fjall eru ein metur breiðari enn Dalstunnilin. Í tunlunum Norður um Fjall er tískil umleið 65 kubikk av gróti fyri hvønn metur í tunlunum og í Dalstunlinum var talan um 61 kubikk. 

– Kostnaðarmetingarnar skulu takast við fyrivarni. Viðvíkjandi Dalstunlinum er ikki beinleiðis skynað ímillum sjálva tunnilsgerðina og vegagerðina uttan fyri tunnilin. Viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall er endaligi kostnaðurin ikki gjørdur upp, sigur Landsstýrismaðurin.

Hinvegin sigur hann eisini, at tá ið Landsverk ger tunnilin, er arbeiðið treytað av, hvussu stór játtanin er á fíggjarlógini og sostatt kann tað taka langa tíð at gera ein tunnil. 

Og hann leggur afturart, at tað er bíligari fyri landskassan, at arbeitt verður skjótt so at samfelagið eisini skjótari fær gagn av einum tunli.