Tað var kolandi stormur í gjárkvøldið og í nátt, eitt skifti var eisini rættiligt áarføri.
Løgreglan sigur, at tey hava fingið 30 fráboðanir sum skaðar av ymsum slagi.
Teir flestu skaðarnir eru norðan fyri og vestan fyri, í Klaksvík, ymsastaðni í Eyturoy, ymsastaðni í Vágum og onkrar fráboðanir vóru eisini úr Havn og úr Hoyvík.
Løgreglan sigur, at talan er um brotnar rútat, loysnaðan húsaklædning, leysar tapklátur og byggitilfar, sum feyk í vindinum.
Í Leirvík var slíkt áarføri, at Matará fleyt yvir og tað rann inn í nakrar kjallarar. Í Leirvík var so nógv vatn á vegunum ígjøgnum bygdina, at løgreglan mælti frá at koyra í bygdini yvirhøvur í nátt, uttan at talan vóru um neyðsynjarørindi.
Tann fyrsta fráboðanin kom longu llokkan 17.30 seinnapartin í gjár og hon var úr Klaksvík, og tann seinasta kom klokkan 4.45 í nátt og hon var úr Havn.