Veðrið er ringt, men tíbetur er tað bert uttanfyri.
Nógvir dystir eru á skrá hettar vikuskiftið, finalur, grannauppgerð í Spania og niðurflytingar stríð er millum annnað á skránni, eisini skal Andrias Edmundsson spæla í Italia.
Premier League og EFL Cup Finala.
Størsti dysturin hettar vikuskifti er allarhelst finalan ímillum Arsenal og Manchester City sum verður Sunnudagin klokkan 16.30. Hettar er ein dystur millum nummar eitt og tvey í Onglandi.
Í løtuni er Arsenal farið at renna frá Manchester City í kappingini, so hettar steypið kann verða sera týdningarmikið fyri Manchester City, sum hevur havt eitt heldur trupult kappingarár, hóast teir liggja nummar tvey í Premier League. Arsenal kann hinvegin vinna sítt fyrsta steyp í ár, sum eisini er kærkomið hjá Arsenal venjarinum, Mikel Arteta, sum mest hevur verið fyri atfinningum tí at hann ikki hevur vunnið nakað steyp.
Sunnudagin hava vit eitt stríð um niðurflyting ímillum Nottingham Forrest og Tottenham. Bæði liðini hava sera hart brúk fyri 3 stigum, eftir eitt heldur miseydnað kappingar ár hjá báðum.
Nottingham Forrest hava 29 stig í ár og Tottenham hava 30 stig. Beint undir teimum hava vit West Ham United sum hava megnað at vent keðiliðu gongdini hjá sær, og eisini hava 29 stig, og liggur beint undir niðurflytingarstrikuni. So hettar verður allarhelst ein spennandi og harður dystur.
Dysturin ímillum Nottingham Forrest og Tottenham er klokkan 14.15 Sunnudagin
Hettar vikuskiftið er eisini grannauppgerð ímillum Newcastle og Sunderland, hettar plagar eisini at vera ein dystur sum er merktur av nógvari ferð og hart spæl. Newcastle skulu reisa seg eftur at hava verið stórtapi í Barcelona fyrr í vikuni.
Dysturin er klokkan 12 sunnudagin.
Leygardagin spæla Brighton ímóti Liverpool. Liverpool er undir stórum trýsti at fáa 3 stig úr hesum dystinum um teir vilja varðveita vónina um Champions League fótbólt kommandi kappingar ár. Og eftir at Manchester United hava havt sera góð úrslit í seinastuni, hava teir tikið triða plássi frá Liverpool. Brighton liggur mitt í deildini - tó við nøkrum góðum úrslitum hava teir enn vón um at liggja har tað er stuttligt at vera.
Dysturin millum Brighton og Liverpool verður spældur Leygardagin klokkan 12.30.
La Liga:
Um man heldur vil síggja spanskan fótbólt er tað eisini eitt fitt úrvæl av dystum at velja ímillum. Millum annað er grannauppgerð leygardagin kl 19 ímillum Sevilla og Valencia. Hesi bæði feløgini eru søgurík og ikki minst hava tey ein sera stóran og góðan fjepparaskara. Bæði liðini liggja eisini lið um lið í kappingini og árið hevur verið eitt vónbrot hjá báðum.
Helst størsti dysturin í La Liga hettar umfarið er sunnudagin har nummar 2 og 3 hittast, tá ið Real Madrid spælir ímóti Atletico Madrid. Hjá Real Madrid er næstan krav um at vinna hendan dystin um teir enn vilja leggja trýst á Barcelona sum er nummar 1 í deildini. Hesir dystir eru oftan sera harðligir og ikki minst væl spældir.
Dysturin byrjar Klokkan 20 sunnukvøldið.
Serie A:
Andrias Edmundsson og liðfelaganir í Hellas Verona, spæla ímóti italska stórfelagnum Atalanta á útivølli, øll stig eru sera kærkomin hjá Hellas Verona sum liggja undir niðurflytingarlinjuni. Dysturin verður klokkan 14 sunnudagin.
Eisini møttast 2. liðið í hvørjum sínum enda av kappingini ímóti hvørjum ørðum Fiorentina sum spælir ímóti Inter. Fiorentina liggur bert 4 stig frá í niðurflytingarlinjuni ímeðan Inter so smátt er farið at renna frá nummar tvey granninum frá AC Milan. tann dysturin er sunnudagin klokkan 19:45.
Her kunnu dystinir síggjast:
Amazon Prime:
Leygardagin Kl 12:30: Brighton-Liverpool (Amazon Prime)
Viasat og Viaplay:
Sunnudagin kl 12:00 Newcastle-Sunderland (See, og Viaplay)
Sunnudagin kl 14:15 Nothingham Forrest-Tottenham (Tv3Max, Viaplay)
Sunnudagin kl 16:30 Arsenal-Manchester City (See, Viaplay)
TV2 og TV2play.
Leygardagin kl 19:00 Sevilla-Valencia (TV2 Sport, TV2 Play)
Sunnudagin kl 14:00 Atalanta-Hellas Verona (TV2 Play)
Sunnudagin kl 19:45 Fiorentina-Inter (TV2 Play)
Sunnudagin kl 20:00 Real Madrid-Atletico Madrid (TV2 Sport, TV2 Play)