Aftur í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum og hesa ferð vóru tey við Streymin, á strekkinum ímillum Norðskálatunnilin og brúnna.
Tað er eitt htt vandamiklasta vegastrekki í landinum tí har eru fleiri óhapp, og fleiri vanlukkur hendar.
Í nógv ár hava tey tosað um at bøta um ferðsutrygdina har, men tað er ikki komið so nógv burtur úr. Tað einasta, sum er hent er, at hámarksferðin er avmarkað, soleiðis, at har er ikki loyvi at koyra meiri enn 60 eftir landsvegnum, har tað vanliga er loyvt at koyra 80.
Tá ið hámarksferðin er avmarkað, skal einki til fyri at fáa klipp í koyrikortið, ella at fáa bót. Har hámarksferðin er 60, er tað nokk at koyra 76 fyri at fáa klipp og tey, sum koyra 81, missa koyrikortið.
Og upp á hálvan annan tíma fyrrapartin í gjár, tók løgreglan fimm bilførarir fyri at koyra alt ov skjótt. Tveir av teimum fingu klipp í koyrikortið, umframt bót, fyri at koyra beint undir 80. Men tríggir mistu koyrikortið treytað fyri at koyra nakrar og 80 kilometrar um tíman.