Í gjár umleið 15.30 fekk løgreglan boð um, at unglingar uml. 20 árs aldur, filmaðu inn á demensdeildina á Boðanesheiminum
Ætlanin var at leggja tað út á ein bólk á einum sosialum miðli.
Hettar er ikki nakað vanligt mál fyri løgregluna, men man hoyrir úr útlondum um ymiskir bólkar á Facebook og aðrastaðni.
Leiðarin á demensdeildini er kunnað um málið.