Ongi úrslit

Figgjarligt endurgjald til grønlendskar kvinnur

Og fyri tey sum hava verið útsett fyri mismun

© Peter Langkilde
Í 1960- og 70-árunum fingu nógvar grønlendskar kvinnur, óviljaðar, lagdan spiral í undirlívið. Hettar tí at danskir ​​myndugleikar vildu tálma fólkatilvøkstrinum.
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 13:05

Danska stjórnin fer at stovna ein grunn, sum kann veita einstaklingum fíggjarligt endurgjald, til dømis til grønlendskar kvinnur í spiral-málinum.

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í einum tíðindaskrivi.

Á vitjan í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, fer hon at umrøða ætlanina við formannin í grønlendsku stjórnini, Jens-Frederik Nielsen.

Fíggjarliga endurgjaldið kann eisini nýtast at latast grønlendingum, sum hava verið fyri miseydnu og mismuni í øðrum málum, av tí orsøk at teir eru grønlendingar, verður sagt.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53