Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu boðar í dag frá, at fíggjarætlanin fyri 2026 er samtykt við breiðari undirtøku. Hon skrivar á Facebook:
-Tað gleðir meg!
Vit hava samtykt eina røð av uppraðfestingum, sum fara at merkjast í kommununi og hjá øllum aldursbólkum. Eg havi hug at tríva í nakrar av uppraðfestingunum, og so mugu tit bara fylgja við næstu tíðina, tá fleiri søgur verða sagdar.
Umhvørvisátøk
Uppraðfestingarnar av umhvørvisátøkum eru avgerandi. Veðurlagsbroytingar merkjast á øllum heimspørtum, og her heima merkja vit tað kanska serliga við øktum matvøruprísum. Vit skulu minka munandi um útlátið og orkunýtsluna, og tí eru 20 mio. kr settar av til at orkuátøk. Eisini eru 20 mio. kr settar av til kloakk- og spillvatnsætlan, soleiðis at fjøran og áir kunnu verða rein og sunn, umframt hægri játtan til at skipa betri møguleikar at skilja meira.
Kjarnuuppgávurnar
Eg eri eisini serstakiliga fegin um uppraðfestingarnar á dagstovna- og eldraøkinum. Vit fremja skipanarligar broytingar, ið raka beint í gerandisdagin hjá okkara børnum og eldri, og okkara ómetaliga dugnaligu fakfólkum. Barnabólkarnir fara at minka í vøggustovunum, og fer hetta at skapa ró. Á eldraøkinum skipa vit betri umstøður til demens og seta fígging av til útbúgving av heilsustarvsfólkum. Fyribyrgjandi átøk innan barnavernd verða eisini sett í verk, og fyrireikingarnar til bygging av Hoyvíkar skúla halda áfram.
Styrkt borgaraluttøka og ein kommuna, sum sprutlar við lívi
Játtan er sett av til eldraráð, endurstovnan av ungdómsráði og borgarating, sum tilsamans fara at styrkja munandi um okkara borgaraluttøkuna í kommununi. Kommunan sprutlar við lívi, og tað verður enn betri við øktum stuðli til útbygging av listasavninum og íløgur í musikkskúlan.
Bygdirnar og oyggjarnar í kommununi
Tórshavnar kommuna er ein sterk komuna. Vit hava høvuðsstaðin, sum er miðstaðurin, og rundan um hava vit bygdirnar, og sum eisini gera okkara kommunu meira fjølbroytta. Vit gera íløgur í bygdirnar, eitt nú við trivnaðarøki í Kollafirði, vegagerð í Kaldbak og á Velbastað, og góð trivnaðar- og fríðkanartiltøk í bygdunum annars.
Alt í alt so kunnu vit taka samanum, at rakstrin er sunnur, vit gera íløgur til allar aldursbólkar í kommununi og fremja neyðugar skipanarligar broytingar og harvið byggja vit eitt sterkt, brynjað og haldført samfelag.