Stutt eftir klokkan 13 í gjár varð boðað frá, at ein ferðsluvanlukka var hend í Eysturoyartunnilinum.
Ein persónbilur hevði tá rent á rundkoyringina í tunlinum, sum bleiv stongdur.
Løgreglan sigur í morgun við miðlar, at førarin - ein eldri maður - er deyður.
Málið verður nú kannað nærri. Finnast skal útav um hann er deyður av løstunum av vanlukkuni, ella um heilsan hjá honum var orsøkin.