Ongi úrslit

Ferðslan verður nógv við Tjarnir

Áhugin er stórur at síggja kvinnulandsliðið í kvøld spæla ímóti Montenegro

Jonhard Hammer
18. oktober kl. 16:21

At kvinnulandsliðið í hondbólti avrikaði so væl og vann EM undankappingardystin í Íslandi hevur av álvara vakt ans.

Tað sæst aftur í áhuganum fyri EM undankappingardystinum ímóti Montenegro, sum verður klokkan 19 í kvøld. Hondbóltssambandið sigur, at tað enn eru nøkur atgongumerki eftir, og at tað eru nógv atgongumerki seld, síðani kvinnurnar avrikaðu so væl í Íslandi.

Hondbóltssambandið heitið á áskoðararnar um at møta í góðari tíð í høllini við Tjarnir.

HSF skrivar soleiðis:

Kvinnurnar eru til reiðar og dyrnar við Tjarnir lata upp longu kl. 16.30 og byrjar dysturin kl. 19.00. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, eisini verður andlitsmáling og sølu av fjepparalutum.

Kom í góðari tíð.

Roknast kann við, at nógv ferðsla verður niðan til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð.

Á vøllinum verður avbjóðingin uppaftur størri, enn hon var í Íslandi mikukvøldið, tá ið Føroyar fyri fyrstu ferð – og í 24. Royndini – vunnu kvinnulandsdyst ímóti Íslandi.

Síðani Montenegro var sjálvstøðugt land í 2006 hava kvinnurnar verið við í øllum EM og HM endaspølum síðani 2010, og í 2012 vunnu tær EM. Síðsta stóra avrikið var í 2022, tá ið Montenegro vann bronsu í EM endaspælinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

20 tímar síðan