Tað er stóri spurningurin í hesum døgum, nú USA stigvíst økir um sína hernaðarligu nærveru nærhendis Iran. Amerikanarar kunnu gera álop longu í vikuskiftinum, um teir vilja tað, sambært fleiri miðlum.
Men hvat í fer at henda, er enn óvist.
Sambært CNN var fundur í Hvítu Húsunum mikudagin, har støðan í Iran var samrøðuevnið.
Ein kelda við vitan um fundin sigur við amerikanska miðilin, at amerikanski forsetin, Donald Trump, framvegis ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at sanktionera eitt tílíkt álop.
- Forsetin brúkar nógva tíð uppá at hugsa um hetta, sigur keldan við CNN.