Ongi úrslit

Fer at kanna um tað ber til at verja sjófuglin enn betur

Nú eru strangari reglur fyri at sigla undir landið kring alt landið

Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Eitt er at verja sjófuglin, men tað er eisini neyðugt at verja tey øki, har fuglurin veiðir.

Tað heldur Jórun Pólsdóttir úr Miðflokkinum. Hon hevur havt sæti á Løgtingi í nakrar dagar sum varafólk og tað høvi brúkti hon at spyrja Margit Stórá, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum um hon ætlar at seta nøkur tiltøk í verk afturat fyri at verja fuglin.

Hon vísir á, at skjóttgangandi bátar órógva sjófugl tí larmurin frá bátunum loypir so stóran kvøkk á fuglin, at hann rýmir frá eggum og ungum.

Men hon heldur, at tað er eisini ein spurningur um at verja tey øki, har fuglurin fer at leita sær føði.

Eftir reglunum skulu øll, sum sigla nærri enn 500 metrar úr landi, hugsa um at tey skulu ikki órógva fuglin við ov nógvum larmi - heldur ikki við hørðum tónleiki.

Men í Føroyum eru nøkur Ramsar-øki, har fuglurin skal hava eina serliga verju. Ramsarøkini eru meginparturin av Nólsoynni, umframt Skúgvi, Mykines og Mykineshólmur.

Akkurát hvørji økini eru, sæst á kortunum aftast í greinini.

Í Ramsarøkjum eru reglurnar tær, at í øllum tíðarskeiðnum frá 15. apríl til 31. august, er ikki loyvt at sigla nærri enn 500 metrar úr landi við motordrivnum bátum, heldur ikki við vatnskutara,

Men fyrr í hesum mánaðinum vórðu reglurnar herdar, so nú eru tær strangari fyri sigling fram við landi í øllum Føroyum, har fuglur heldur til.

Tað merkir, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august, er ikki loyvt at sigla skjótari enn átta míl undir landi, nakrastaðni kring landi har fuglur heldur til.

Sí økini á kortinum aftast í greinini.

Margit Stórá sigur, at endamálið er fyrst og fremst at verja búplássuni hjá sjófugli, men endamálið er eisini - í ávísan mun - at verja veiðipláss hjá sjófuglinum.

Tað er ymiskt hvussu langt sjófuglurin flýgur fyri at finna sær føði, og helst er tað treytað av, hvussu, hvussu nógv føði er undir landi frá ári til ár.

Okkara vitanargrundarlag um veiðipláss hjá sjófuglastovnunum er helst ov lítið, tí vit hava ikki gjørt nakað serligt burturúr at gera vísindaligar kanningar - og vit hava heldur ikki gjørt nakað serligt burtur úr at samla vitanina hjá leikmonnum, ásannar landsstýriskvinnan.

Í umleið 20 ár hevur Umhvørvismálaráðið stuðlað bæði lærdum og leikfólki til at gera ymiskar kanningar, og frágreiðingar eru til skjals frá hesum kanningunum.

Eitt nú vísa kanningar at drunnhvítin í Nólsoy flýgur nógvar kilometrar út á hav at leita sær føði um næturnar.

Samanumtikið kann ikki sigast, at vit hugsa nakað serligt um veiðiplássini hjá sjófugli uttan fyri 500 metrar, heldur landsstýriskvinnan.

Tað er Umhvørvisstovan sum er fakmyndugleiki á økinum og landsstýriskvinnan sigur, at hon ætlar at umrøða spurningin við tey um at verja veiðiøki hjá sjófugli, fyri at vita, hvussu tað er best at fara fram fyri at verja veiðiøkini betur enn vit gera nú.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42