Í fyrradagin varð ein maður tikin á flogvøllinum í Vágum, tí illgruni var um, at hann smuglaði hassj innvortis. Hann fór í skannaran á Landssjúkrahúsinum og tað vísti seg eisini, at so var.
Tí varð hann tikin við á løgreglustøðina, har hann varð settur á pottin. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at hann hevði smuglað eini 40-50 gramm av hassji.
Tað er ein so lítil nøgd, at tað verður mett at vera til egna nýtslu. Men maðurin fekk bót fyri at smugla hassj til Føroya og fyri hasa nøgdina liggur bótin um 7.000 krónur, sigur løgreglan.
Á svarta marknaðinum í Føroyum er tað annars vert einar 12.000 krónur.