Ongi úrslit

Fátækadømi í Føroyum: Fleiri túsund fólk klára ikki at rinda sínar rokningar

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

– Eg veit ikki um nakar tímur at hjálpa teimum fátæku í Føroyum

Nakað soleiðis tekur Sonja Jógvansdóttir til í Dimmalætting, sum nú er komin í handlar og kioskir kring landið- og sum eisini kann lesast á netinum á www.dimma.fo

Í blaðnun í dag, sum er heilar 64 siður, seta vit kikaran á fátækadømi í Føroyum, og á sjóvinnu.

Í hesum sambandi tosað vit vit fleiri fólk um fátækadømi, bæði um, hvussu støðan er í Føroyum og, hvussu fólk, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, føla tað á egnum kroppi - og hvussu tað rakar børnini.

Í hesum sambandi hava vit tosað við eina staka mammu, sum einaferð setti seg sjálva so lágt, at hon stjól nakrar wc-rullur av einum almennum wc - men uppaftur verri var tað, tá ið hon stjól tríggjar pakkar av mjólk í einum handli....

Vit tosa við sølu- og marknaðarleiðaran á Atlantsflogi, sum fekk flogvinnuna inn við móðurmjólkini.

Og vit tosa við Lilljuna Dalsgaard, sum ger alt ordiligt og vit hava eitt prát vil landsstýrismálum í tilfeingismálum, sum sigur, at hann umsitur stór málsøki, sum í ómetaliga stóran mun eru tjóðarbygging

Ein útróðrarmaður á Skála kom í eina ringa støðu tá ið hann sigldi á land, men hann var bjargaður í evstu løtu, og vit hava eisini tosað við hann um hetta.

 Og so hava vit eisini eina serstakliga forvitnisliga myndafrásøgn um ein dag umborð Gadus í Barentshavinun.

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

Í gjár kl. 17:31

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55