Ongi úrslit

Fara nú undir umvælingar fyri yvir 17 milliónir

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Hóast tað bara eru 16 ár síðani, at ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági, varð tikið í nýtslu, verður longu neyðugt við umfatandi umvælingum.

Í Roynd og veru var tað longu beinanvegin at tey vóru flutt inn, at tey varnaðist, at neyðugt varð við umfatandi umvælingum.

Og eftir tógvið stríð í fleiri ár, verður nú loksins farið undir umvælingarnar. Eitt, tvídáttur var um, var, hvussu stóran part av umvælingunum, Landið skuldi bera, og hvussu nógv kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Hov, Porkeri, Vágur og Sumba, sum eiga Hamragarð, skuldi rinda.

Málið er fleiri ferðir umrøtt í Løgtinginum, og nú hevur Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandflokkin, reista tað eina ferð enn.

Í tí sambandi hevur hann spurt Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu gongur við ætlaðu umvælingunum.

Hann sigur, at tað er til stóran ampa og áður er ført fram, at bæði starvsfólk og búfólk himprast við tá ið veðrið er ringt, tí húsið er í so ringum standi.

Landsstýriskvinnan sigur, at sáttmáli er undirskrivaður og í farna mánað var farið undir at fyrireika arbeiðsplássið - og samstundis eru tey farin at taka niður.

Landsverk metti í 2024, at arbeiðið fór at kosta 17,3 milliónir, men byggifyritøkan, sum gjørdi arbeiðið, hevur goldið 3,8 milliónir í endurgjaldi fyri vána arbeiði.

Tað er áður upplýst, at Formo á Glyvrum skuldi gera arbeiðið og at Landið rindar 65 prosent av restingi, sum eru 13,5 milliónir, og kommunurnar býta hini 35 prosentini ímillum sín eftir fólkatalinum. 

Sambært tíðarætlanini, skal arbeiðið verða liðugt 1. oktobur.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45