Ongi úrslit

Fara nú at kanna hvussu føroyingar hava tað fíggjarliga

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Í næstum fer Hagstovan undir eina stóra kanning fyri at fáa greiði á, hvussu føroyingar hava tað fíggjarliga.

Hevur tú møguleika at eta heitan døgurða annanhvønn dag? Hevur tú ráð at gjalda eina óvæntaða útreiðslu? Hevur tú ráð at at vera við í frítíðarvirksemi?

Hagstovan sigur, at hetta eru tríggir av spurningunum í hesi kanningini, sum er tann størsta, og mest umfatandi kanningin hjá Hagstovuni síðani stóra manntal kanningin fyri nøkrum árum síðani.

Hinvegin er hetta fyrstu ferð, at Hagstovan kannar livikorini hjá føroyingum, men ætlanin er, at hetta skal vera ein afturvendandi kanning við tí endamálið at vita, hvussu vanliga fólkið í Føroyum hava tað.

Annars verður spurt verður um alt møguligt frá bústaðarviðurskiftum, útbúgving, arbeiði, inntøku, heilsu, trivnaði og sosialum tørvi.

Kanningin verður gjørd eftir altjóða leisti soleiðis at tað ber til at samanbera støðuna í Føroyum við støðuna í øðrum londum.

Hagstovan sigur, at í sambandi við kanningina, fara 6.000 húski - ella næstan triðja hvørt húski í Føroyum - at fáa eitt spurnarblað hesar næstu dagarnar.

Tað tekur einar 20 og 45 minuttir at svara spurnarblaðnum Hon er rúgvismikil, men lagt er soleiðis til rættis, at tað er so lætt at svara, sum til ber, sigur Hagstovan.

Væntandi verða fyrstu føroysku hagtølini um lívskor tøk seinni í ár.

Hagstovan sigur, at sama slag kanning, sum er gjørd í øðrum londum,  vísir, at 15 prosent av øllum húskjum í Danmark og Noreg siga, at útreiðslurnar til bústaðin er ein tung, fíggjarlig byrða.

Í Íslandi og Týsklandi eru tey eitt sindur færri, ávikavist 13 prosent og 12 prosent, og í Niðurlondum er tað bara 7 prosent. 

Eisini vísir kanningin, at í Niðurlondum eru tað 12 prosent og 10 prosent í Týsklandi, sum sjáldan hava ráð til at brúka eina minni upphædd uppá seg sjálvan. Í Danmark eru tað um 9 prosent, og 5 prosent í Noregi og Íslandi.

Serliga í Týsklandi eru nógv húski, heili 32 prosent, sum ikki hava ráð til at gjalda størri óvæntaðar útreiðslur. Hjá grannum okkara, Noreg, Íslandi og Danmark, eru tað yvir 20 prosent, sum heldur ikki hava ráð til tað.

Í Niðurlondum eru tað 17 prosent, sum ikki hava ráð at gjalda eina stóra, óvæntaða útreiðslu.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57