Ongi úrslit

Fara nú at gera mat til tey sum búgva einsamøll

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tá tað kemur til feskan døgurðamat, hevur verið vanligt at gera vørur, ið til tvey fólk, ella familjur við børnum.

Men nú fer Krás at tillaga vøruúrvalið til vaksandi tal á fólki, sum eru einsamøll í húsi.

Fólkasamansetingin í Føroyum er broytt munandi seinastu árini. Eitt nú er talið á húskjum har tað bara býr eitt fólk, vaksið rættiliga nógv, soleiðis at tað nú eru 5.435 húski, har tað bara býr eitt fólk.

Tað er samstundis tað mest vanliga slagið slagi húskjum í landinum í dag, og tað er ikki so sjáldan, at fólk gremja seg um, at tey altíð eru noydd at keypa mat til fleiri fólk, hóast tey eru einsamøll í húsi.

Henda broytingin ger, at tey á Krás nú hava gjørt av, at tey eisini fara at pakka mat til einstaklingar, eins væl og til tvey ella fleiri fólk, sum tað higartil hevur verið vanligt.

Í fyrstuvni er talan um ribeye búffar og búffar av mjóryggi, sum nú eisini fáast í pakkum við einum búffi í.

Men tey á Krás siga, at tað eru ikki bara tey, sum eru einsamøll í húsi, sum kunnu hava tørv á at fáa pakkar við einum búffi.

Viðhvørt skal døgurði gerast til eitt stakt tal á fólki, ella talan kann vera um eitt par, sum vil hava hvør sítt slag av búffi.

Tá er tað hent at kunnu keypa ein búff av hvørjum slagi og ikki altíð tveir eins í senn, sigur Ásbjørn A. Midjord, leiðari á Krás.

Krás er tí farin undir eina roynd at pakka mat til einstaklingar og er eftirspurningurin nóg stórur, fara tey halda fram við tí, og at menna vøruúrvalið.

Krás vørur eru at fáa í øllum Samkeyp og Á-handlum. 

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

Í gjár kl. 10:32

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15