Ongi úrslit

Fara at vitja í Rituvíkar kirkju

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 09:31

Føroyska Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið. Og sunnudagin klokkan 11 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Rituvíkar kirkju.

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar.

Bergur Debes Joensen, sum er formaður í Bíbliustýrinum, kunnar um felagið og talvan gongur fyri Bíbliufelagið.

Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagsskapur, og umboðar flestu kirkjur og samkomur í landinum. Endamálið er, at útgeva og breiða út Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.

Bíbliufelagið er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum, UBS, sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum síðani 1961.

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. Eitt nú hava føroyingar stuðlað Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini, Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið síggjast í stórum parti av Miðeystri.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

16 tímar síðan