Ongi úrslit

Fara at selja seyð og slakt á uppboðssølu í morgin

Myndin er frá uppboðssøluni í fjør, og hon er frá SNB
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 08:53

Í morgin verður árliga uppboðssølan hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, SNB.

Sum van verður uppboðssølan á Bíargarði í Hvalba og hon byrjar klokkan 19 í annaðkvøld, leygarkvøldið.

Men longu klokkan 13 í morgin ber til at bjóða á netinum.

Claus Olsen, sum er ein undangongumaður í SNB, sigur at tað, tey hava at selja hesa ferð, eru 13 livandi lomb, ein veðrur, nøkur sundurskorin veðrakrov, og annað.

Hann sigur, at allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til at reka bjargingarfelagið fyri, og hann leggur afturat, at hetta er eitt mudagott grundarlag undir felagnum.

Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hevur limir í Sandvík, Hvalba og í Fámjin - mest menn, men eisini kvinnur.

Hann sigur, at nú veturin stundar til, og vandi er fyri ódnarveðri, hava tey útgjørt seg væl til ymiskt bjargingararbeiðið.

Hann sigur, at tilsamans eru tey yvir 50 fólk, sum eru til reiðar at fara til verka, tá ið tað verður neyðugt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17